24. februar
dagfesting
<< | Februar 2024 | >> | ||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | |||
5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 |
12 | 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 |
19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 |
26 | 27 | 28 | 29 | |||
MMXXIV |
24. februar er dagur 55 í árinum í gregorianska kalendaranum. 310 dagar eru eftir av árinum (311 dagar um skotár er). 24. februar kallast Leypársmessa, (men hann er 25. februar, um leypár (tað er skotár) er). Sagt verður, at á leypársmessu hevur veturin mist annað beinið.
Hendingar
rætta- 1582 - Gregorius XIII pávi ger at skifta frá julianska kalendaranum til gregorianska kalendaran.
- 1903 - Bretskar hernaðardeildir søkja at "øra mullah'inum".
- 1971 - Sjøtul verður settur á at byggja Vesturkirkjuna.
- 1986 - Marcos flýggjar úr Filipinunum, og Corazon Aquino verður tikin í eið sum forseti landsins.
- 1987 - Tower-nevndin leggur fram sína frágreiðing um Iran-contra-gøluna.
- 1991 - Herdeildirnar undir amerikanskari leiðslu fara undir landátakið móti irakiska herinum.
- 2018 - Trygvi Danielsen vinnur filmsvirðislønina Geytan fyri filmin "111 góðir dagar". Maria Tórgarð vinnur áskoðaravirðislønina fyri filmin "Maðurin við blæðuni".
Føðingar
rætta- 1786 - Wilhelm Grimm (annar av Grimm brøðrunum) (d. 1859)
- 1921 - Abe Vigoda, amerikanskur sjónleikari (d. 2016)
- 1927 - Emmanuelle Riva, fronsk sjónleikarinna (d. 2017)
- 1935 - Ryhor Baradulin, hvitarussiskur rithøvundur (d. 2014)
- 1940 - Denis Law, skotskur fótbóltsleikari.
- 1955 - Steve Jobs, amerikanskur vinnulívsmaður (d. 2011)
- 1961 - Erna Solberg, norskur politikari.
- 1981 - Lleyton Hewitt, avstralskur tennisleikari.
Andlát
rætta- 1892 - Niels Christopher Winther, føroyskur politikari og blaðstjóri (f. 1822).
- 1925 - Hjalmar Branting, svenskur politikari (f. 1860)
- 1993 - Bobby Moore, enskur fótbóltsleikari (f. 1941)
- 2014 - Harold Ramis, amerikanskur sjónleikari (f. 1944)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |