Marcel Proust
Valentin Louis Georges Eugène Marcel Proust, føddur 10. juli 1871 í Auteuil nærindis París, deyður 18. november 1922 í París, var ein franskur rithøvundur. Hann var læknasonur. Frá 1905 livdi hann eitt isolerað lív og var í veruleikanum avskorin frá umheiminum.
Hann skrivaði skaldsøgurøðina 1913-1927 À la recherche du temps perdu (svenskt heitið: På spaning efter den tid som flytt, sum var í sjey bindum á nærum trítúsund síður, sum vóru útgivnar í tíðarskeiðnum 1913 til 1927. Skaldsøgan, sum er høvuðsverk hansara, snýr seg um lívið í Fraklandi í 1800-talið og um áratúsundskiftið millum 19. og 20. øld. Verkið inniheldur eisini eina gransking inn í hansar egna sálarlív.
Verkini hjá Proust vóru millum teirra ið vóru brend í 1933 á bókabálinum í Nazitýsklandi.
Bøkur
rættaKeldur
rætta