Memphis
Memphis er ein býur við Mississippiánna í Vestur-Tennessee. Yvir eitt longri tíðarskeið var Memphis tað fólkaríkasta øki í amerikanska lutstatinum við yvir 650 túsund íbúgvum, men nú er høvuðsstaðarøki Nashville vorðin størri.
Memphis, Tennessee | |
---|---|
Flagg | Kort |
Grunddáta | |
Land: | USA |
Lutstatur: | Tennessee |
Vídd: | 839,2 km² |
Íbúgvar (2019): | 651 073[1] |
fyri km²: | 770/km² |
Heimasíða: | www.memphistn.gov |
Mentan
rættaMemphis soul, Memphis blues, gospel og rock’n’roll hevur sín uppruna í Memphis. Tað var tann 8. januar 1935 at Elvis Presley varð borin í heim í fátæka heiminum hjá Vernon- og Gladys Presley – ein lítil smátta við tveimum rúmum - í Tupelo í Mississippi. Hann varð føddur í Mississippi, men flutti seinni til Tennessee at búgva. Mett verður at Elvis Presley hevur selt meira enn eina milliard fløgur, sum er meira enn nakar annar í tónleika søguni.
Seinnapartin tann 16. august í 1977 small Elvis Presley um á baðiverilsinum hjá sær í Graceland í Memphis. Klokkan 15.30 lokala tíð váttaði lækni at Elvis Presley var deyður. 42 ára gamal. Eini 80.000 vóru við á jarðarferðini hjá Elvis, tá hann bleiv jarðaður á Forest Hill Cementery, har hann bleiv lagdur í grøvina undir liðini á móður síni. Í oktober sama ár bleiv kistan flutt til Graceland. Í Memphis savnast á hvørjum ári túsundatals fjepparar at minnast Elvis.
Ávísingar úteftir
rætta- Heimasíða: www.memphistn.gov
- Memphis, wikivoyage (á enskum)
Coordinates: 35°7′2″N 89°58′15″W / 35.11722°N 89.97083°W