Neistin
Hondbóltsfelagið Neistin í Havn varð stovnað 21. mars 1931. Í apríl 2011 vunnu bæði mans- og kvinnuliðini hjá Neistanum føroyameistaraheitið. Tað ver fyrstu ferð síðan 1978, at bæði liðini hjá Neistanum vunnu føroyameistaraheitið sama kappingarár.[1] Í februar 2013 vunnu kvinnurnar hjá Neistanum steypakappingina.[2]
Steypavinnarar
rættaSteypakappingin í hondbólti hevur verið fyriskipað í Føroyum síðan 1985 fyri menn og síðan1987 fyri kvinnur. Neistin hevur vunnið steypakappingina fleiri ferðir, bæði hjá kvinnum og monnum.
Neistin kvinnur í Steypakappingini
rættaBesta kvinnuliðið hjá Neistanum hevur vunnið Steypakappingina í hondbólti 12 ferðir: 1987, 1988, 1989, 1990, 1992, 1994, 1995, 1996, 1997, 1998, 2006 og 2012.[3]
Neistin menn í Steypakappingini
rættaBesta mansliðið hjá Neistanum hevur vunnið Steypakappingina í hondbólti 6 ferðir: 1992, 1994, 2009, 2010, 2011 og 2012.[4]
Føroyameistarar
rættaNeistin kvinnur í FM
rættaBesta kvinnuliðið hjá Neistanum hevur vunnið FM 38 ferðir: 1943, 1946, 1948, 1952, 1953, 1954, 1955, 1956, 1957, 1959, 1966, 1967, 1969, 1970, 1971, 1972, 1973, 1974, 1975, 1978, 1979, 1980, 1982, 1983, 1984, 1985, 1986, 1987, 1988, 1989, 1990, 1992, 1994, 1995, 1996, 1997, 2011 og 2012.[5]
Neistin menn í FM
rættaBesta mansliðið hjá Neistanum hevur vunnið FM 8 ferðir: 1949, 1953, 1955, 1978, 2000, 2008, 2010 og 2011.[6]
Neistin fyrsta føroyska hondbóltsfelag sum kom víðari í Europa
rættaÍ 2011 spældi Neistin tveir altjóða dystir móti A C Latsia frá Kypros. Fyrri dysturin varð leiktur á Kypros 4. september 2011, Neistin vann tann dystin 17-30. Seinni dysturin varð leiktur í Høllini á Nabb hin 11. september 2011. Neistin vann heimadystin 37-25. Í alt var úrslitið: Neistin – A.C. Latsia 67 – 42 (37-25) (30-17). Næsta liðið, ið Neistin skal spæla ímóti verður Madeira, sum var nummar tvey í portugisisku deildini í 2010.[7] Teir sum vóru við í hópinum tá teir leiktu útidystin vóru hesir: Eirikur Magnussen, Bogi Henriksen, Jugoslav Djumich, Andrias Nielsen, Heini Hanusarson, Sjúrður K. Thomassen, Guðfinnur Thorsteinsson, Carl Herup Olsen, Finnur Hansson, Eddie Joensen, Áki Mørk, Teitur Magnusson, Rósing Rasmussen, Josef Abrahamsen, Ári Dam, Bartal T. Kamban og Jón Ludvig.[8]
Hópurin hjá Neistanum í Sunsetdeildini (kvinnur) 2012/13
rættaVenjari hjá Neistakvinnum í Sunsetdeildini eru Kári Horn, hjálparvenjari er Jákup Hanusson. (Plássini niðanfyri eru tilvildarlig uttan hjá málmonnunum, hetta tí at fyrimyndin til talvuna er úr fótbóltinum, og tað er ringt at finna útav, hvør ið leikar sum verjuleikari og hvør sum álopsleikari í hondbólti).
|
|
Hópurin hjá Neistanum í Atlantic Airways kappingini (menn)
rættaHópurin er dagførdir umvegis Burn Deildina 2020.
Venjarar hjá kvinnunum
rætta- Kári Horn
- Kári Durhuus
- Sigrun Mikkelsen
- Birgir Hansen - til januar 2012
Stovnarar
rætta- Petra Rein
- Jenny Rein
- Edil Djurhuus
- Helge Michelsen
- Andreas Mouritsen
- Hanna Mouritsen
- Borghild Evensen
- Anna á Lag
- Sanna á Lag
Keldur
rætta- ↑ Sportal.fo
- ↑ Sportal.fo[deyð leinkja] Neistin er steypavinnari
- ↑ HSF.fo Vinnarar – kvinnur
- ↑ HSF.fo Archived 2011-02-22 at the Wayback Machine Vinnarar – menn
- ↑ HSF.fo Archived 2011-02-22 at the Wayback Machine Sunset – kappingin
- ↑ HSF.fo Archived 2011-02-22 at the Wayback Machine Atlantic Airways – kappingin
- ↑ "Sportal.fo, Avgreiðsluspurningur". http://sportal.fo/grein/avgreidsluspurningur. Heintað 2011-09-12.
- ↑ Neistin.fo, Neistamenn vunnu 30-17 móti A.C. Latsia[deyð leinkja]
- Neistin 50 ár. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 1, 1981.