Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Hongkong

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Hong Kong)
香港
Flagg Hongkong
(Flagg Hongkong)
Skjaldarmerki Hongkong
(Skjaldarmerki Hongkong)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: March of the Volunteers (enskt)
義勇軍進行曲 (kinverskt)
Alment mál Kinverskt (kanton-kinverskt, enskt
Høvuðsstaður Viktoria (partur av Stórhongkong)
Forsætisráðharri Henry Tang
Guvernørur Carrie Lam
Fullveldi Onki 1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1 104 km²
4,58 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
7 055 071
6480/km²
Gjaldoyra Hongkong-dollari (HKD)
Tíðarøki UTC +8
Økisnavn á alnetinum .hk
Telefonkota +852
1 Hongkong gjørdist partur av Kina í 1997, men hevur áður staðið undir Bretlandi. Kapitalistiska skipanin heldur fram til 2047.

Hongkong (enskt heiti: Hong Kong Special Administrative Region of the People's Republic of China, kinverskt heiti: 中華人民共和國香港特別行政區) er ein av týdningarmestu fíggjarmiðdeplum í heiminum og ógvuliga ríkt. Tað er ein týðandi ídnaðar- og handilsbýur, haðani teir selja nógvar ídnaðarvørur til Evropa. Hongkong er í dag ein vestur­lend­skur býur í einum komm­un­istiskum landi, og nógvir kin­verjar droyma um at sleppa at búgva í Hongkong.

Í Hongkong búgva umleið 7,0 milliónir fólk. Miðallívsævin í landinum er 82,04 ár og 6,5 % av fólkinum eru ikki lesifør [1].

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1898 samdust Fólkalýðveldið Kina og Stóra Bretland um, at Stóra Bretland skuldi leiga Hongkong í 99 ár. 1. juli 1997 kom Hongkong aftur undir Kina, men fyrrverandi bretska hjálandið skal hava egna stýrisskipan í 50 ár. Hongkong er tí ikki sjálvstøðugt ríki, stendur undir Kina, men hevur egna stýrisskipan til 2047 [2]. Hong Kong hevur serstøðu í mun til Kina partvíst tí, at ríkisluturin er so nógv ríkari og framkomnari enn meginlandið annars, og tí at hann er undir einari frælsari búskaparskipan. Hong Kong hevur egna skattaskipan og er ikki ríkisstjórnini í Beijing skattskyldugt. Hong Kong hevur eisini fult ræði á peningaviðurskiftum sínum og er sjálvstøðugt tolløki, óheft av Kina. Hong Kong man harafturat eisini vera eitt eindømi við tað, at ríkisluturin hevur sítt egna gjaldoyra, ið ikki er knýtt at kinverska gjaldoyranum

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Uttan fyri Guangdong er býurin Hongkong, sum nú hoyrir til kinverska ríkið. Hongkong er 1 104 km2.

Hongkong verður ofta rakt av tropiskum ódnum í tíðarskeiðinum millum juli og oktober, men sjáldan raka tær sjálvan býin. Ringasti stormurin har var í 1962, tá 130 fólk doyðu av ódnini Wanda, ið rakti við eini vindmegi upp á 284 kilometrar um tíman, ella næstan 79 metrar um sekundið.

Í Hongkong, sum er handilsmiðstaður við moskusi, verður goldið upp í 500 000 kr fyri eitt kg. Tað mesta verður haðani selt til Japans.

Mong háhús eru í Hongkong, og á handilsgøtuni mitt í miðbýnum stendur stórsligna háhúsið hjá Hong Kong Shanghai Banka. Bygt verður uppeftir, tí at so lítið lendi er at byggja á. Húsið varð liðugt bygt í 1985 og er eitt verkfrøðiligt meistaraverk. Tá ið húsið varð bygt, ráðførdu byggifrøðingarnir seg alla tíðina við serfrøðingar í feng shui, aldagomlu kinesisku trúnni um vindsins og vatnsins megi. Hetta varð gjørt til tess at vissa øllum teimum mongu fólkunum, ið skuldu vera í húsinum, góða heilsu, hepni og ljósa framtíð [3].

Fyrr var nógvur ídnaður í Hongkong. Nógv varð gjørt av leikum, klæðum og elektróniskum vørum. Nú er næstan allur ídnaður fluttur norður um markið til Guangdong og Kina, har lønarlagið er nógv lægri. Allarflestu fólk í Hongkong starva í tænastuvinnuni.

Hóast Hongkong bara er heilt lítið landøki, eitt nes við fjøllum og útifyri 230 grýtutar oyggjar í Landsynningsasia, búgva 7,0 milliónir fólk har.

Mong fólk í Hongkong búgva ikki uppi á landi, men í báti. Heil húski búgva samanstúgvað í djunkum og sampanum, tey liva av fiskiskapi. Har eru eisnini flótandi handlar, matstovur, skúlar; tannlæknar og háfríðkanarfólk fara eisini til arbeiðis við báti. Túsundtals fólk búgva enn soleiðis, men hesin lívsháttur er nú í vanda fyri at fara í søguna. Atvoldin er, at stór nýmótans fiskiskip koma í staðin fyri gomlu bátarnar, og útróðrarmenninir verða noyddir at fáa sær arbeiði uppi á landi.

Mong kinesisk húski, helst úr Hongkong, búsettu seg í USA og Kanada, áðrenn Hongkong fór undir kinesiskt yvirræði í juli 1997 [4].

  1. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/hk.html. Heintað 2011-06-27. 
  2. http://www.state.gov/r/pa/ei/bgn/2747.htm
  3. http://isites.harvard.edu/fs/docs/icb.topic32894.files/7-4_Hongkong.pdf
  4. http://calgary.hkcba.com/forum/_Library/example_logos/Doreen_Steidle_Compatibility_Mode_.pdf[deyð leinkja]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið