Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Niðurlendsku Antillurnar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Niðurlendsku Antillurnar

(1954-2010)

Flagg Skjaldarmerki
Grunddáta
Land: Kongsríki Niðurlond
Landslutur: Niðurlendsku Antillurnar
Vídd: 980 km²
Íbúgvar (2009): 283 935
Mál: papiamento, niðurlendskt, enskt
Gjaldoyra: Niðurlendskur gyllin (NLG)
Tíðarzona: UTC -4

Niðurlendsku Antillurnar ella Niðurlendsku Antilloyggjar (niðurlendskt: Nederlandse Antillen, papiamento: Antia Hulandes) var heitið á einum bólki av 6 meiri og minni smáum oyggjum í Karibiska Havinum, sum allar eru partur av Smáu Antilloyggjum.

Bólkurin varð myndaður av sunnuaru ABC-oyggjunum (Windward Islands) og norðaru SSS-oyggjunum Sint Maarten, Sint Eustatius og Saba (Leeward Islands).

Samanlagt vóru oyggjarnar millum 1954 og 2010 eitt av teim stakríkjunum ið myndaðu um hetta mundið Kongsríki Niðurlond. Land binnen het Koninkrijk er niðurlendska heitið fyri stakríki av hesum slagi. Í 1986 varð Aruba tó frábýtt. Oyggin gjørdist til eitt stakríki innan kongsríki og í 2010 fylgdu Curaçao og Sint Maarten við.[1]

Bygnaðurin hjá kongsríkinum Niðurlond síðan 2010.

Síðan 2010 eru tær seks oyggjarnar býttar sundur í tríggjar kommunur við serstøðu, t.e. Bonaire, Sint Eustatius og Saba, og í trý stakríki t.e. Aruba, Curaçao og Sint Maarten.

Tær tríggjar kommunur við serstøðu (bijzondere gemeenten á niðurlendskum) eru nú ein partur av stakríkinum Niðurlond. Hesar oyggjarnar, Bonaire, Sint Eustatius og Saba, kallast eisini BES-oyggjarnar ella Karibisku Niðurlond.

Í dag er Kongsríki Niðurlond myndað av fýra stakríkinum: 3 stakríki í Karibia og stakríki Niðurlond sum er samansett av 12 landslutum í Evropa og teimum trimum kommununum við serstøðu í Karibia.[2]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  1. Nieuw bestuur voormalige Nederlandse Antillen, rijksoverheid.nl
  2. "Caribisch deel van het Koninkrijk Onderwerp Rijksoverheid.nl". 2013-07-03. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-07-03. http://archive.today/VfaCE.