Kigali
Kigali, Rwanda | |
---|---|
Land: | Rwanda |
Vídd: | 730 km² |
Íbúgvar (2012): | 1 132 686 |
Tíðarzona: | UTC +2 |
Heimasíða: | kigalicity.gov.rw |
Kigali er høvuðsstaðurin og størsti býur í Rwanda.
Býurin liggur mitt í landinum, í eini hædd millum 1433 og 1645 metrar yvir havinum. Fólkatalið er umleið 860.000, við forstøðum er tað meira enn 1,32 milliónir. Áin Nyabarongo rennur tætt fram við býinum. Flogvøllurin Kigali International Airport liggur í forstaðinum Kanombe, 5 km eystanfyri miðbýin. Økið kring býin, sum er ein av teimum 5 landslutum í Rwanda, kallast Umujyi wa Kigali á kinyarwanda, ella Kigali Province á enskum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Kigali varð grundlagdur í 1907. Stigtakarin var týski læknin Richard Kandt. Hann leitaði eftir upprunakeldum Niláar í Rwanda.[1][2] Býurin er høvuðsstaður síðan 1962; árið, tá ið Rwanda gjørdist sjálvstøðug tjóð.
Í 1994 byrjaði fólkadrápið í Rwanda í høvuðsstaðinum Kigali tann 7. april. Umleið 100.000 íbúgvar av høvuðsstaðinum mistu lívið, meðan millum 800.000 og 1.000.000 fólk doyðu kring alt landið.
Síðan 2019 er Parfait Busabizwa fyribils borgarstjóri í Kigali.[3]
Myndasavn
[rætta | rætta wikitekst]-
Kigali í 2010.
-
Gøta í Kigali í 2013.
-
Tinghúsið
-
Flogvøllurin
-
Áin Nyabarongo tætt við Kigali.
-
Áin Nyabarongo (Akagera-Nilá) rennur tætt fram við býinum.
-
Náttúrufrøðiliga savnið í gomlu húsunum hjá Kandt.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíða, kigalicity.gov.rw
Coordinates: 01°57′00″S 30°04′00″E / 1.95000°S 30.06667°E
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ The Legacy of Dr. Richard Kandt, newtimes.co.rw
- ↑ Museum of Natural History Kandt House, museum.gov.rw
- ↑ "Outgoing City Mayor Hands Over to the acting Mayor". kigalicity.gov.rw. 2019-08-16. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-08-16. http://archive.today/2vrcR.