Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

South Dakota

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Pierre
Størsti býur: Sioux Falls
Innlimað: 9. november 1889
Guvernørur: Kristi Noem (R)
Vídd: 199,905 km²
Íbúgvar (2011): 814 180
fyri km²: 4.05/km²
Tíðarzona: UTC -7/-6/-5
Heimasíða: www.sd.gov

South Dakota (enskt: State of South Dakota) er lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 814.000 íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast Pierre og størsti býurin er Sioux Falls. Í 1889 bleiv South Dakota stakríki í USA. Í norðri hevur South Dakota mark við North Dakota, í eystri við Minnesota og Iowa, í suðri við Nebraska, og í vestri við Wyoming og Montana.

Eyknevni er The Mount Rushmore State.

Upprunafólkið

[rætta | rætta wikitekst]
Siouxindiánarnir og aðrar ættir á grasfløtunum búðu í tipum. Tað vóru tjøld, gjørd úr bisonhúð, sum varð spent á eina træbeinagrind. Tipurnar vóru lættar at seta upp.

Siouxindiánarnir búðu á grasfløtunum í South Dakota. Teir sótu á hestbaki og veiddu bison. Húðina brúktu teir til tjøld og klæði, kjøtið til matna og horn og bein til amboð. Teir vóru raskir at berjast og gitnir fyri dirvi, og teir vóru í mongum víggi við gullgravarar og niðursetumenn, sum tóku land frá indiánunum í Dakota í 1880-árunum. Í 1876 vunnu siouxindiánarnir á tí amerikanska herliðinum í tí nógv umrødda bardaganum við Little Bighorn, Montana. Men seinni vórðu teir riknir inn á friðingarøkini. Nógvir indiánar í Dakota búgva har tann dag í dag.

Blóðbaðið við Wounded Knee

[rætta | rætta wikitekst]
Hotchkiss-kanónirnar, ið vórðu brúktar hjá amerikonsku hermonnunum til at drepa upprunafólkið, sum vóru ein partur av lakota-ættarbólkinum.
Hópgrøv (1891) við indianarum eftir blóðbaðið við Wounded Knee í 1890.

Tað vóru hvítir, amerikanskir hermenn, ið framdu blóðbaðið við Wounded Knee móti siouxfólkinum (lakota-fólkinum) tann 29. desember 1890 við ánna Wounded Knee í Suðurdakota. Blóðbaðið var í sambandi við, at sioux-krígsmenn, sum langt síðan vóru sendir í eitt reservat, vóru farnir at dansa andadans. Dansurin fór sambært indianarunum at fáa tey hvítu at hvørva av preriuni og bisonarnar at koma aftur. Tey hvítu fataðu harafturímóti dansin sum krígsdans og sendu 7. reiðlið við James Forsyth, obersti, á odda at steðga dansinum. Um morgunin tann 29. desember 1890 fóru hermenninir at skjóta eftir leguni uttan ávaring, millum annað við Hotchkiss-kanónum, ið vóru modernað snarskotvápn. Úrslitið var hálvtannað hundrað deyðir indianarar eftir minni enn einum tíma, herímillum kvinnur og børn og ætthøvdingurin, Big Foot. Reiðliðið harafturímóti misti fimm og tjúgu mans.

Sláturin verður hildin at vera tann seinasti stóri bardagin millum upprunaamerikanarar og hvítar, men í 1973 varð staðið aftur brúkt í samanbresti við teir hvítu myndugleikarnar. Her leyp tjóðarhirðin á nakrar eftirkomarar hjá Siouxfólkinum, sum í eini roynd at noyða stjórnina at kanna ymisk indiansk viðurskifti, høvdu tikið nógvar gíslar. Tað hevði við sær kringsetingina av Wounded Knee, sum vardi í tríggjar mánaðir, og sum endaði við, at upprunaamerikanararnir fingu mong av sínum krøvum eftirlíkað.

Størstu býir

[rætta | rætta wikitekst]
Landaøki og býir í South Dakota

Teir 10 størstu býirnir eftir íbúgvatali í South Dakota vóru í 2019 hesir:[1]

  1. Sioux Falls – 183 793
  2. Rapid City – 77 503
  3. Aberdeen – 28 257
  4. Brookings – 24 415
  5. Watertown – 22 174
  6. Mitchell – 15 679
  7. Yankton – 14 687
  8. Pierre – 13 867
  9. Huron – 13 380
  10. Spearfish – 11 756

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Coordinates: 44°30′0″N 100°0′0″W / 44.50000°N 100.00000°W / 44.50000; -100.00000

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar

[rætta | rætta wikitekst]