Auckland
Appearance
Auckland er størsti býur í Nýsælandi. Býurin liggur í útnyrðingspartinum av Norðuroynni. Í 2018 hevði Auckland um leið 1,6 mió. íbúgvar. Hetta svarar til ein triðing av øllum fólkunum í landinum. Næststørsti býur í Nýsælandi er høvuðsstaðurin Wellington.
Miðbýurin er bygdur á einum 2 km breiðum eiði, sum er millum tvær víkir, víkin Waitemata Harbour norðanfyri og stóra víkin Manukau Harbour sunnanfyri. Maoriar, upprunafólkið í Nýsælandi, búsettust í økinum longu fyri um leið 670 árum síðan (1350). Býurin Auckland varð grundaður av bretum í 1840.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Auckland-eiðið og Waitemata-víkin úr erva
-
Auckland úr erva
-
Miðbýurin. Til høgru sæst tornið Sky Tower, sum er 328 metrar høgt.
-
Tornið Sky Tower um náttina.
-
Miðbýurin og havnarlag
-
Auckland Waterfront í miðbýnum
-
Listasavn Auckland Art Gallery
-
Altjóða flogvøllurin í Auckland
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíðan: aucklandcouncil.govt.nz (á enskum)
- Auckland, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 36°51′0″S 174°47′0″E / 36.85000°S 174.78333°E