Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Egyptaland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
جمهورية مصر العربية
Gumhūriyyat Miṣr al-ʿArabiyyah
Egyptaland
Flagg Egyptaland
(Flagg Egyptaland)
Skjaldarmerki Egyptaland
(Skjaldarmerki Egyptaland)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Bilady, Bilady, Bilady
(føroyskt; Mítt land, Mítt land, Mítt land)
Alment mál Arábiskt
Høvuðsstaður Keiro
Forseti Abdel Fatah al-Sisi
Forsætisráðharri Moustafa Madbouly
Fullveldi 18. juni 1953 (frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1 001 449 km²
0,63 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
84.550.000
84/km²
Gjaldoyra Egyptiskt Pund (EGP)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .eg
Telefonkota +20

Egyptaland (arábiskt: Gumhūriyyat Miṣr al-ʿArabiyyah) er eitt stórt land í Norðurafrika. Landið hevur umleið 84.5 mió. íbúgvar og høvuðsstaðurin kallast Keiro. Keiro hevur umleið 17,8 mió. íbúgvar. Flestu fólk tala arábiskt og eru muslimar.

Tutankhamon stýrdi í Egyptalandi fyri 3500 árum síðan. Í grøvini hjá honum var ótrúligt ríkidømi av gulli, silvuri og listahandverki.
Tríggjar pýramidur vórðu bygdar í Giza um 2600 f.Kr. Í Keopspýramiduni, teirru størstu, eru fleiri enn 2 mió. ovurstórir, vandaliga høgir steinar.
Gomlu egyptarnir vóru millum teir fyrstu, sum lærdu seg gullsmíðilistina. Teir nýttu reint, hamrað gull.

Sagt verður, at Egyptaland er gáva frá Nilá. Og fram við Nilá kom upp ein av fyrstu stóra mentanum í heminum undir stýri faraoanna fyri meiri enn 5.000 árum síðan. Pýramidurnar vórðu bygdar til gravstaðir hjá faraonum fyri meiri enn 4.000 árum síðan. Tær eru eitt av teimum sjey undurverkunum í heiminum úr fornøld, og tað einasta, sum er eftir.

Fyrsta stóra siðmenningin í Afrika var í Egyptalandi. Hon byrjaði fyri stívliga 5000 árum síðan, og tað, sum eyðkendi hana, vóru stórslignu pýramidurnar, hieroglyfiska skriftin og bronsusmíð. Um somu tíð dyrkaðu bøndur í pørtum í Sahara nógv korn, umframt at teir høvdu neyt og onnur húsdýr. Frá um 4000 til 2000 f.Kr. var Sahara ikki oyðimørk sum nú á døgum. Nógvastaðni var veðurlagið váttligt, og har vóru víðar grasfløtur. Landbúnaðurin stóð í besta blóma og gav helst líka nógv av sær, sum landbúnaðurin í Nildali í Egyptalandi. Men stutt fyri 2000 f.Kr. broyttist veðurlagið. Regntíðirnar á hvørjum ári vóru styttri, so tað var truplari at dyrka jørðina. Nildalur var annar staðurin í heiminum, eftir Sumer, har menniskju grundaðu mentað samfeløg. Tann stóra áin veitti teimum alt, sum tørvur var á. Vatn, mat, skapaði samskiftismøguleikar og var flutningsvegur. Eftir um 5000 f.Kr. vóru smáir býir bygdir fram við ánni, og fólk gróvu veitir úr ánni og veittu vatn á velturnar. Tey bæði kongsríkini Ovara og Niðara Egyptaland vóru um 3100 f.Kr. savnað í eitt ríki. Fárao Menes savnaði ríkini og bygdi høvuðsstaðin Memfis. Tey bæði fyrstu egyptisku ríkini vóru frá um 3100 til 2686 f.Kr. Í triðja ríkinum til 2613 f.Kr. birtist siðurin at gravseta fáraoar í pýramidum.

Uml. 1785 f.Kr. var Egyptaland syndrað. Fárao, sum ráddi í Theben, fekk í heilum krígsavbjóðingar, mest frá hyksosfólkinum, sum var komið úr Asia og hevði búsett seg á Niloyrunum. Tey grundaðu eitt fáraoríkið, sum ráddi frá um 1650 f.Kr. og hótti fáraoarnar í Theben. Men uml. 1550 f.Kr. sigraði ein fárao í Theben, Ahmosis 1., á hyksosfólkinum og rak tað út úr Egyptalandi. Hann vaks um ríkið suðureftir til Nubia (Sudan) og eystureftir til Kánáanlands (Ísrael). Hann stýrdi Egyptalandi við harðari hond og læt byggja gudunum tempul í Theben og aðrastaðni. Eftir Ahmosis komu mangir miklir fáraoar. Um 1353 f.Kr. tók Amenhotep 4. við sum fárao. Hann var íðin trúbótarmaður og royndi at fáa egyptar at leggja av at dýrka aðrar gudar enn sólgudin Aten. Hann broytti navn til Aknaton og bygdi býin Aknaton miðskeiðis ímillum Memfis og Theben. Eftir deyða hansara um 1335 f.Kr. varð aftur loyvt at dýrka aðrar gudar, og Theben gjørdist aftur høvuðsstaður í Egyptalandi.

Sfinksurin, sum er høgdur úr moyrum sandsteini, hevur leyvukropp og manshøvur.
Mamelukkríki gjørdist múgvandi, tí at tað ráddi yvir silki- og kryddvegunum í Palestina og Sýria.

Tá ið Aleksandur Mikli doyði í 323 f.Kr., stýrdi ein herovasti hansara, makedónarin Ptolemaios, Egyptalandi. Í 305 f.Kr. gjørdist hann kongur og flutti landsins høvuðsstað til Alexandria við Miðjarðarhav, har býurin gjørdist miðdepil fyri handilsskapi og vísindum. Frá 285 f.Kr. stýrdi hann saman við syni sínum, Ptolemaios 2., sum tók við eftir pápa sín í 282 f.Kr. Meðan Ptolemaios 2. og Ptolemaios 3. ráddu, styrknaði landsins handil upp aftur meiri, men eftirmenn teirra vóru veikir. Ptolemaiska ríkið fór til grundar, tá ið ein sameindur egyptiskur og rómverskur herfloti við Markusi Antoniusi á odda mátti lúta fyri Oktaviani, eftirmanni Cæsars í bardaganum við Actium í 31 f.Kr..

Ubaydullah grundaði Fatimitaríkið í Tunesia, hann var sjitt-ovasti og segði seg vera ættaðan frá dóttur Muhammeds Fatimu. Hann setti sær fyri at fella abbasideveldið og gerast oddamaður fyri øllum tí islamska heiminum. Við einari herdeild av fólki úr fjøllunum í heimlandinum, berbum, tók hann tann partin í Norðurafrika, sum var arábiskur, úr Marokko og at egyptiska markinum. Langabbasonur hansara legði Egyptaland undir seg í 969 og læt nýggjan bý byggja, al-Qahirah, ella Keiro, sum gjørdist høvuðsstaður í Fatimaríkinum. Hann læt eisini byggja al-Azhar moskuna. Eftir 1100 gekk so líðandi úr hond í Fatimaríki. Mangir afrikanskir landslutir lýstu seg sjálvstøðugar, og Palestina og Sýria glapp teimum av hondunum. Saladin, kurdiskur herovasti í Egyptalandi, gjørdist politikari og tók valdið av fatimitum í 1171.

Í 1250 tóku mamelukkar ræðið í ajjabita-sultánatimum í Egyptalandi, sum Saladin hevði stovnað. Mamluk var arabiska orðið fyri “ogn”, tí at upprunaliga vóru mamelukkar trælir hjá muslimskum valdsharrum, ið høvdu teir at gera hertænastu fyri seg. Í 1258 var allur muslimski heimurin sum helsligin, tá ið mongolar tóku Bagdad. Mongolski herovastin Huluga sendi eina herdeild ímóti Egyptalandi í 1260, men hann mátti lúta í orrustuni við Ain Jalut í Palestina. Tá tók mamelukk-herovastin Baybars, sum var trælur úr Turkalandi, valdið í Egyptalandi og útnevndi seg til sultán. Hann var mætur stjórnarovasti og skipaði fyri týdningarmiklum bygningsverkum, vatnveitingum og einum góðum postverki.

Nýggjari søga

[rætta | rætta wikitekst]
Tað friðaða náttúruøkið Ras Muhammad á Sinaihálvoynni eystarlaga í Egyptalandi.
Keiro er ein av heimsins størstu býum.
Havnabýurin Sharm El Sheikh við Reyðahavið. Býurin er eitt vælumtókt ferðamál hjá útlenskum ferðafólki.

Í 1970 andaðist Nasser forseti, og Anwar Sadat gjørdist nýggjur forseti. Sadat vendi ryggin til fyrrverandi støðuna hjá Egyptalandi, sum hevði verið í parti við Sovjetsamveldinum undir Kalda Krígnum, og fór í part við USA. Í 1973 byrjaði Egyptaland saman við Sýria Yom Kippur-stríðið fyri at fáa Sinai hálvoynna aftur, sum Ísrael hevði tikið 6 ár áðrenn hetta. Sjálvt um Egyptaland tapti kríggið vann Sadat ein týdningarmiklan politiskan siður, sum seinni førdi til at Sadat fekk Sinai aftur til Egyptalands afturímóti at geva Ísrael frið.[1]

Sadat var á einari søguligari vitjan í Ísrael í 1977, sum førdi til 1979 friðarsáttmálan afturfyri at Ísrael tók seg aftur úr Sinai. Tað sum Sadat gjørdi førdi til stóra mótstøðu í arabiska heiminum, og førdi til at Egyptaland var koyrt úr Arabisku Liguni, tó vóru tað teir flestu egyptarar ið stuðlaðu Sadat.[2] Hóast tað, so hendi tað, at Sadat varð myrdur av einum víðgongdum islamisti. Hosni Mubarak kom til valdið, eftir morðið av Sadat.[3]

2011-13 Kollveltingin

[rætta | rætta wikitekst]

25. januar 2011 byrjaðu víðfevnandi mótmæli móti stjórnini hjá Mubarak. Hin 11. februar 2011 legði Mubarak frá sær og flýddi úr Kairo. Hartrópandi hátíðarhald fór fram á Tahrir Torginum, tá hesi tíðindini frættist.[4] Egyptiski herurin tók síðan valdið fyri at stjórna landinum.[5][6] Mohamed Hussein Tantawi, formaður fyri Hægsta hernaðarráðnum, gjørdist de facto fyribils tjóðarleiðari.[7][8] Hin 13. februar 2011, upploysti herurin stjórnina og setti grundlógina úr gildi.[9]

Ein egyptisk fólkaatkvøða um grundlógina varð hildin hin 19. mars 2011. 28. november 2011 var stjórnarval hildið í Egyptalandi fyri fyrstu ferð síðan fyrrverandi stýrið sat við valdið. Vallutøkan var høg, og tað vóru ikki stórvegis av fráboðanum um størri óreglusemi ella harskap.[10] Mohamed Morsi varð valdur til forseta hin 24. juni 2012.[11] Hin 2. august 2012 kunngjørdi forsætismálaráðharrin, Hisham Qandil hansara kabinett við 35 limum, harav 28 vóru nývaldir, harímillum vóru fýra frá Muslimska Brøðraskapinum.

3. juli 2013 varð eitt hernaðarkvett framt í Egyptalandi, har herurin tók valdið og koyrdi fólkaræðiligt valda Mursi forseta frá og samstundis var øll stjórnin koyrd frá.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]
Álop á kristin í Egyptalandi er ikki eitt nýtt fyribrigdi, men hevur verið síðan í miðøldini, men tað hevur ikki verið so ógvusligt sum í 2014 síðan 1321, tá ið trýss kirkjur vórðu oyðilagdar í ófriði í landinum.
Hátíðarløta á Tahrir Torginum eftir at Omar Suleiman kunngjørdi at Hosni Mubarak var farin frá sum forseti.

Á einum stuttum fundi 24. februar 2014 varð kunngjørt, at stjórnin í Egyptalandi leggur frá sær. Og so er greitt hjá herovastanum, Abdel Fattah al-Sisi, at bjóða seg fram sum forsetavalevni. Tað var Hazem el-Beblawi, forsætisráðharri, sum boðaði frá tíðindunum um, at stjórnin leggur frá sær. Netávísin, Al Ahram, skrivar, at avgerðin varð tikin á einum 15 minuttir longum fundi. Herovastin í Egyptalandi, Abdel Fattah al-Sisi, sum flestu halda verður næsti forseti landsins, var innanríkisráðharri í stjórnini [12].

Sahara er størsta oyðimørkin í heiminum.

Ansar Beit al-Maqdis hóttir við hernaðarligum atsóknum, um útlendsk ferðafólk ikki fara úr Egyptalandi í seinasta lagi hósdagin 20. februar 2014. Stjórnin í Egyptalandi tekur hóttanirnar í stórum álvara. Hazem Beblawi, forsætisráðharri, viðgongur, at Al-Qaeda-ávirkaðu islamistarnir eru vorðnir ein stór hóttan í 2014 - serliga á Sinaihálvoynni. Síðan fyrrverandi forsetin, Hosni Mubarak, noyddist frá valdinum í 2011, hevur lógloysi eyðkent støðuna á Sinaihálvoynni. Islamistiski Ansar Beit al-Maqdis hevur m.a. tikið ábyrgdini av eini bussatsókn, sum í februar 2014 kostaðu trimum koreanskum ferðafólkum og bussføraranum lívið [13]. Støðan hjá teimum kristnu í Egyptalandi versnar eisini; nógvar søgur eru um muslimar, sum leypa á kristin í Egyptalandi. Framum aðrar bólkar í Egyptalandi, hava teir kristnu koptarnir fingið skyldina fyri, at Mohamed Mursi fall sum forseti í Egyptalandi í 2013 [14]. Tað stendur í eini frágreiðing frá Amnesty International, sum varð almannakunngjørd í 2014 [15]. Frágreiðingin greiðir frá sekteriskum álopum og vísir, hvussu trygdarlið hava latið vera við at forða álop á kristnar kirkjur, skúlar og tænastubygningar. Í henni stendur, at meira enn 200 ognir hjá kristnum vóru álopnar, og 43 kirkjur eru illa farnar síðan juli 2013, tá ið Morsi varð koyrdur frá.

Eitt dømi er Kasr El Dobara, ið er størsta evangeliska kirkja í Egyptalandi og liggur í Keiro. Sum granni hjá amerikonsku sendistovuni, fáa tey av og á táragass tveitt inn til sín, sum partur av dagligu bardøgunum millum islamisk mótmælisfólk og løgregluna. 38 kirkjur eru brendar í grund og 23 lutvíst oyðilagdar. Nógv heim, skúlar og handlar hjá teimum kristnu eru eisini oyðiløgd. Sostatt eru fleiri enn 60 kirkjur álopnar av víttgangandi islamistum. Men harðskapurin er víðkaður til eisini at fevna um kristnar skúlar, handlar og bústaðir hjá teimum kristnu [16]. Amnesty International heldur, at um vilji var til staðar, kundi herleiðslan haft steðga álopunum og harðskapinum móti teimum kristnu. Muslimska Brøðralagið í Egyptalandi hevur lopið á kristnan skúla og kleystur í Egyptalandi í 2013; í hvørgum førinum verjur løgregla ella trygdarlið tey kristnu. Leygarnáttina 17. august 2013 vórðu St. Markus og El Tawfik skúlarnir í Minya álopnir av militantum, sum illgruni er um eru partur av Muslimska Brøðralagnum. Tey lupu á vaktirnar og slóu og bundu teir. Ein lærari á St. Markus skúlanum sigur, at teir tóku alt úr skúlanum og oyðiløgdu síðan bygningin.

Talið av kristnum er minkað nógv; frá at hava verið 13 milliónir kristin í 2000, verður í 2014 mett, at 4 milliónir ella færri kristin eru eftir [17]. Koptisk kristin í túsundatali flýggja úr Egyptalandi til USA og onnur støð, heldur enn at møta mismuni í sínum heimlandi. Elligamla kristna samfelagið í Egyptalandi, koptar, er størsti minnilutin í Egyptalandi. Tey eru útvið 10 prosent av samlaða fólkatalinum á umleið 85 milliónir íbúgvar. Men síðan einaræðisharrin Hosni Mubarak varð rikin úr landinum í 2011-2014 hava støðugur samanbrestir verið millum kristin og muslimar í landinum. Stjórnin hevur eisini avmarkað útbreiðsluna av kristni trúgv. Bara forsetin hevur rætt til at geva byggiloyvi til kirkjur í Egyptalandi. Fyrsta árið í sessinum hevur Morsi bara loyvt at byggja eina kirkju [18].

Alt virksemið hjá Hamas er bannað í Egyptalandi; ein egyptiskur rættur hevur 4. mars 2014 bannað øllum virksemi hjá Hamas í Egyptalandi [19]. Avgerðin skal byggja á royndina at fáa frið í lag í Egyptalandi, og at fáa Hamas burtur úr Gazageiranum [20]. Hamas er sprottið úr Muslimska Brøðralagnum, sum egyptiska stjórnin skýrir ein yvirgangsfelagsskap. Myndugleikarnir í Egyptalandi síggja Hamas sum ein stóran vanda fyri trygdina í landinum, og stjórnin ákærir Hamas fyri at stuðla Al-Qaeda-ávirkaðum yvirgangsbólkum á Sinai-hálvoynni. Myndugleikarnir hava longu syrgt fyri at stongja skrivstovuna hjá Hamas í Kairo [21]. Hamas fordømir avgerðina og sigur hana fara at ganga út stríðið fyri einum palestinskum státi [22].

Fyrisitingarligar eindir

[rætta | rætta wikitekst]
Landslutir í Egyptalandi.
Longsta á í heiminum er Nilá í Egyptalandi.

Egyptaland er býtt sundur í 27 landslutir (governorates á enskum). Landslutirnir eru býtt sundur í eindir (regiónir), sum hava býir og bygdir. Hvør landslutur hevur ein høvuðsstað, sum onkuntíð eitur tað sama sum landsluturin.

Suezveitin er ímillum Miðjarðarhav og Reyðahav. Hon er longsta og týdningarmesta grivna siglingarveit í heiminum.
Sinaihálvoyggin.

Um 99 % av fólkinum í Egyptalandi býr í Nildali og á Niloyrunum. Áin er lívæðrin í landinum og veitir landbúnaðinum, ídnaðinum og bústøðunum vatn. Tá ið Aswanbyrgingin varð bygd um Nilá, varð ovurstórt lendi sett undir vatn. Enn er tað størsta byrgda vatn í heiminum og verður kallað Nasservatn eftir forsetanum tá, Gamal Abdel Nasser. Flestu fólk tala arábiskt og eru muslimar. Egyptisk mannfólk ganga ofta í tílíkum bummullartunikum ella jelabas. Plaggið er lætt og svalligt. Miðallívsævin í landinum er 71 ár. 28,6 % av fólkinum eru ikki lesifør.

Ein stórur partur av íbúgvunum í Egyptalandi eru sunnimuslimar. Umleið 10 prosent av teimum 80 milliónum íbúgvunum eru kristin. Koptiski kristindómurin hoyrir til tey allar fyrstu kristnu trúgvandi, og teirra kirkja varð sett á stovn samsvarandi Markus evangelisti í Egyptalandi umleið ár 42 e.Kr. Koptiska kirkjan, sum nú er meira enn 1900 ára gomul, hoyrir til orientalsku ortodoksu kirkjurnar, og koptiska høvuðssætið í Alexandria hevur verið har síðan kirkjumøtið í Kalkedon í 451. Kirkjuleiðarin verður róptur "Pávin av Alexandira og Patriarkur av Heilaga stólinum hjá St. Markus".

Grundarlagið undir búskapinum er landbúnaður, olja, ferðavinna, inntøkurnar frá skipum (ið sigla ígjøgnum Suezveitina) og peningur frá egyptum, sum arbeiða uttanlands.

Í Egyptalandi eru mong fornminni. Hvørt ár koma fleiri mió. ferðafólk til Egyptalands at síggja á pýramidurnar og onnur fornminni, ella at sigla á Nilá.

Mangir egyptiskir bøndur, felahin, dyrka jørðina, so sum siður hevur verið leingi; teir dyrka bummull, hveiti, rís, sukur, frukt ella grønmeti. Egyptaland er tað land í heiminum, sum dyrkar mest av dadlum. Ein onnur týdningarmikil grøði er berseem, eitt smæruslag, ið verður nýtt til dýrafóður. Egyptar dyrka eisini nógva bummull. Mong fólk arbeiða í klædnaídnaðinum, tey spinna, veva og lita bumullarklæði.

Landalæra

[rætta | rætta wikitekst]

Meginpartur av landinum er turr sandoyðimørk, og bara fram við ánni er fruktagóður geiri. Har áin rennur í havið, eru stórar fruktagóðar oyrar. Næstan alt fólkið býr í Nildali og á Niláaroyrunum.

Útflutningur Innflutningur
1. Italia Italia 12.1 % USA USA 11.4 %
2. USA USA 11.3 % Fólkalýðveldið Kina Kina 8.3 %
3. Spania Spania 8.7 % Týskland Týskland 6.6 %
4. Stóra Bretland Stóra Bretland 5.5 % Italia Italia 5.4 %
5. Frakland Frakland 5.4 % Saudi Arabia Saudiarabia 5.0 %
6. Sýria Sýria 5.1 % Frakland Frakland 4.6 %

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. USMC Major Michael C. Jordan (1997). "The 1973 Arab-Israeli War: Arab Policies, Strategies, and Campaigns". GlobalSecurity.org. http://www.globalsecurity.org/military/library/report/1997/Jordan.htm. Heintað 20 April 2009. 
  2. Bók: P.J. Vatikiotis - The history of modern Egypt: from Muhammad Ali to Mubarak, útgivin ár 1991 av Weidenfeld and Nicolson, London, isbn 978-0-297-82034-5, síða 443, 4. útg.
  3. nytimes.com, Succession Gives Army a Stiff Test in Egypt The New York Times, 11. september 2010, skrivað hevur Thanassis Cambanis
  4. "Mubarak Resigns As Egypt's President, Armed Forces To Take Control". Huffington Post. 2011-02-11. http://www.huffingtonpost.com/2011/02/11/mubarak-red-sea-egypt_n_821812.html. Heintað 2013-02-08. 
  5. Nytimes.com, Mubarak Steps Down, Ceding Power to Military, The New York Times, skrivað 11. february 2010, David D. Kirkpatrick
  6. BBC.co.uk, Egypt crisis: President Hosni Mubarak resigns as leader
  7. http://www.telegraph.co.uk/news/worldnews/wikileaks/8326225/WikiLeaks-Egypts-new-man-at-the-top-was-against-reform.html Telegraph.co.uk, Skrivað hava: Christopher Hope saman við Steven, 15. februar 2011,Heitið á grein: WikiLeaks: Egypt's new man at the top 'was against reform', útgevari: The Daily Telegraph
  8. "The Supreme Council of the Armed Forces: Constitutional Proclamation". Egypt State Information Service. 13 February 2011. http://www.sis.gov.eg/En/Story.aspx?sid=53709. Heintað 5 March 2011. "The Chairman of the Supreme Council of the Armed Forces shall represent it internally and externally." 
  9. BBC.co.uk, Egyptian Parliament dissolved, constitution suspended
  10. Memmott, Mark (2011-11-28). "Egypt's Historic Day Proceeds Peacefully, Turnout High For Elections". Npr.org. http://www.npr.org/blogs/thetwo-way/2011/11/28/142840895/egypts-historic-day-begins-peacefully-turnout-high-for-elections. Heintað 2013-02-08. 
  11. "Egypt's new president moves into his offices, begins choosing a Cabinet". CNN. http://edition.cnn.com/2012/06/25/world/africa/egypt-politics. Heintað 13 February 2013. 
  12. http://www.aftenposten.no/nyheter/uriks/Egypts-regjering-gar-av-7480959.html
  13. http://www.aftenposten.no/nyheter/uriks/Tre-personer-drept-i-eksplosjon-pa-turistbuss-i-Egypt-7472359.html
  14. http://www.pbs.org/newshour/rundown/coptic-christians/
  15. https://archive.is/20140222221609/www.amnesty.org/en/for-media/press-releases/egypt-christians-scapegoated-after-dispersal-pro-morsi-sit-ins-2013-10-09
  16. http://www.foxnews.com/world/2013/10/17/attacks-on-churches-leave-egypt-coptic-christians-feeling-more-persecuted/
  17. http://www.christiannewstoday.com/Christian_News_Report_5024.html
  18. http://worldnews.nbcnews.com/_news/2013/06/20/19042756-egypts-coptic-christians-say-they-are-no-longer-safe?lite
  19. http://www.cnn.com/2014/03/04/world/africa/egypt-hamas-ban/
  20. http://www.bbc.com/news/world-middle-east-26432122
  21. http://www.theguardian.com/world/2014/mar/04/egyptian-court-bans-hamas-activities
  22. http://www.reuters.com/article/2014/03/04/us-egypt-hamas-idUSBREA230F520140304
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið