Elektron
Elektron er partafelag, ið veitur KT-tænastur til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og vinnuvirkir - bæði í Føroyum og uttanlands. Á Elektron starvast umleið 70 fólk. .
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Elektron varð stovnað í 1965 av Føroysku Peningastovnunum og Tryggingarsambandinum (núverandi Tryggingarfelagið Føroyar). Endamálið var at hjálpa stovnunum við KT-tænastum.
Í sjeytiárunum gjørdust nógvar vinnufyritøkur kundar hjá Elektron. Eitt skifti vóru tað fleiri enn 100 fyritøkur, sum fingu teirra bókhald elektroniskt viðgjørt á Elektron.
Í samband við at skattaskipanin í 1982 varð løgd á Elektron, gjørdist Føroya Landsstýri medánari av felagnum.
Gjøgnum tíðina hevur Elektron veitt KT-tænastur til tryggingar, vinnufyritøkur, almennar stovnar og kommunur, umframt peningastovnarnar.
Tað, sum hevur víst seg at vera kjarnuførleikin hjá Elektron, er at útvega, víðarimenna og reka skipanir fyri fyritøkur, serliga fíggjarstovnar og almennar stovnar, umframt at menna og reka undirstøðukervi.
Í 2005 var endamálsgreinin hjá Elektron broytt, soleiðis at felagið kann bjóða sínar tænastur fram til allan marknaðin, ikki bert eigararnar.
Í apríl 2006 stovnaðu Elektron og telefyritøkan Kall felag, ið skuldi bjóða føroyingum breiðband. Felagið kallaðist P/F Føroya Breiðband og fekk seinni navnið EITT. Í mars 2007 yvirtók Kall partapeningin hjá Elektron í EITT.
Í mai 2007 keypt Elektron partapeningin í KT-fyritøkuni Sam~teld. Hetta var fyri at styrkja sína støðu á føroyska marknaðinum.
Í mai 2008 fekk Elektron nýggjan samleika við nýggjum búmerki og nýggjari heimasíðu. Hetta var fyri at vísa, at Elektron er ein nútíðar virkisfúsin og seriøs KT-fyritøka - bæði í Føroyum og uttanlands.