Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Gran Canaria

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Gran Canaria er tann næststørsta av teimum sjey Kanarisku Oyggjunum. Kanarisku Oyggjarnar liggja 1000 km sunnan fyri Gibraltar, men eru spanskar, og fólkið tosar spanskt. Oyggin er rund sum ein pannukøka, tó við høgum øskulitaðum fjøllum, sum koma upp móti 2000 m. Fólk hevur sett seg niður á útnyrðings- og landnyrðingssíðuni, tí her er vatn. Annars sigst, at á oynni eru heili fýra ymisk veðurløg.

Sera gott veðurlag alt árið og frálíkar strendur lokka eina rúgvu av gestum til Gran Canaria alt árið. Suðursíðan av Gran Canaria er tann mest vitjaða, og har finnast hópin av hotellum og íbúðum. Playa Del Ingles, Maspalomas, Meloneras og Puerto Riko eru nakrir av teimum mest vitjaðu býunum. Í Puerto Riko hevur einki menniskja sett seg niður fyrr enn í 1956, tá ið Tjæreborg Rejser og Spies Rejser settu skjøtul á ferðavinnuna. Her er og hevur verið oyðimørk í fleiri hundrað ár.



Longu í 1100 f.Kr. komu fønikiararnir framvið her á sínum longu sjóferðum. Í 300 f.Kr. kom fólk rekandi á flakum yvir havið úr Norður-Afrika. Hetta fólkið var av berbaraætt og kallaðist guanchararnir. Teir dugdu ikki bátasmíð, men hildu seyð og geitir og stóðu á seiðabergi. Teir bygdu sær ikki hús, men búðu í teimum mongu rúmligu fjallaholunum, sum er gamli kanariski bústaðarhátturin. Tað sigst, at tað fyrsta, hesi fólk bóru eyga við á oynni, vóru grannvaksnir hundar, harav navnið Gran Canaria.

Í 1478 koma spaniólarnir og bera seg at á sama hátt, sum teir fá ár seinri gera í Amerika. Teir berjast við báðar høvdingarnar á oynni, annan drepa teir, og søgnin sigur, at tá ið hann var fallin, stoyttu øll viðhaldsfólk hansara seg út av berginum Sancta Lucia. Hin høvdingin fanga teir og tvinga at lata seg doypa.