Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Guptaríkið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Guptakongarnir stýrdu næstan øllum India úr meginkongsdømi sínum Magadha.

Guptaríkið (320-600 [1]) var eitt stórveldið í Norðurindia. Tá ið Kushanríkið syndraðist, varð India skift sundur í mong kongsdømi og tjóðveldi. Í 320 vaks Chandragupta 1. í Magadha um ríkið sítt, tá ið hann legði partar av grannalondunum undir seg og gifti seg við einari kongsdóttir av mætari ætt. Sonur hansara Samudragupta hertók land norðari og skapaði møguleikar fyri nógvum handli. Meðan skilagóði Chandragupta 2. stýrdi frá 376-415 var friðarligt og stór framgongd í ríkinum, og hesa tíðina var India mætasta og størsta ríki í Ásia. Í Guptaríki vóru fleiri heimastýrd kongsdømi, sum høvdu svorið Guptakongum trúskap. Tað fór at ganga aftur á Guptaríki, tá ið tann seinasti guptakongurin doyði í 467 [2][3].

Guptatíðin verður ofta søgd at hava verið ein mentanarlig gulltíð. Byggifrøði, list og bókmentir blómaðu í hesari friðartíð. Mangar fagrar borgir vórðu reistar, og mong prýðilig tempul vórðu bygd, harímillum stupain (hválvskapaður halgidómur) í Sarnath, har Buddha helt sínar fyrstu fyrilestrar. Kalidasa, eitt hitt mætasta skaldið og sjónleikaskaldið í India, yrkti nøkur av sínum kenslubornastu ørindum, meðan Kumaragupta ráddi í 415-455. Dansur og tónleikur mentu seg til klassiska indiska list, og vakrar buddha- og hindumyndir gjørdust fyrimyndir hjá eftirtíðar listafólk [4]. Málfrøðingar granskaðu forna málið sanskrit, og tað varð nýtt sum bókmentamál og trúarmál. Lærda yvirstættin í øllum India skilti sanskrit. Mangir lærdir háskúlar vóru í Guptatíðini. Á buddhistiska háskúlanum í Nalanda lærdu á slíkum lærustovnum málfrøði, átrúnað, skilvísindi, læknavísindi og heimspeki.

Guptakongar

[rætta | rætta wikitekst]
Tað ævintýrkenda djórið Makara, sum livdi hálvt í vatni og hálvt uppi á turrum, var eitt tað best umtókta sagndjórið í indiskari list.

Kelduávísingar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. http://www.encyclopediaofauthentichinduism.org/articles/33_two_more.htm
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2009-10-29. https://web.archive.org/web/20091029013809/http://encarta.msn.com/encyclopedia_761571624/Gupta_Dynasty.html. Heintað 2009-11-01. 
  3. http://www.historybits.com/gupta.htm
  4. http://www.frontline.in/navigation/?type=static&page=flonnet&rdurl=fl2422/stories/20071116504306400.htm
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið