Hetland
| |||
Tjóðarslagorð: Með lögum skal land byggja | |||
Tjóðsangur: Ongin | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Lerwick | ||
Drotning | Elisabeth II | ||
Stjórnarleiðari | Morgan H. Goodlad | ||
Fullveldi | Onki | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1 466 km² NA | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
23 210 15/km² | ||
Gjaldoyra | Enskt pund GBP | ||
Tíðarøki | UTC +0 | ||
Økisnavn á alnetinum | Onki | ||
Telefonkota | +44
| ||
Hetland (enskt Shetland, skotskt gæliskt: Sealtainn, skotskt: Ȝetland/Zetland) er ein oyggjabólkur norður úr Skotlandi. Formliga er Hetland partur av Skotlandi, sum formliga er partur av Sameinda Kongaríkinum í Stórabretlandi.
Hetland verður ofta roknað sum nærmasti granni hjá Føroyum, men hetta er ikki rætt. Úr Sumbiarenda til vestastu oynna í Hetlandi, Foula (føroyskt: Fugloyggin), eru 150 fjórðingar ella 282 km; men úr Sumbiarenda til North Rona í Hebridunum eru bara 260 km, sum sostatt er nærmasti granni hjá Føroyum. Av oyggjunum í Hetlandi, sum eru 117 í tali, er ein nógv tann størsta, Mainland (Meginlandið). Á henni eru størstu býirnir: Lerwick, 350 ára gamal, og Scalloway, gamli høvuðsstaðurin.
Hetland var ogn hjá norsku krúnuni eins og Føroyar. Men 28. mai 1469 var Hjaltland, sum tað æt tá, pantsett fyri 8000 rínskar gyllin til skotakong. Hetland hevur verið skotsk ogn síðani.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Hetland var í fornøld bygt av piktum, sum annars vóru í Norðurskotlandi. Men tá norðbúgvar fóru at búseta seg har um 800, vóru piktarnir helst horvnir. Í Hetlandi og Orknoyum fingu skotskir aðalsmenn jørð og vald, og í 1468-1469 vórðu hesar oyggjar latnar skotakongi í veð fyri heimanfylgju, sum Kristian I ikki hevði ráð at reiða út, tá ið dóttir hansara Margreta giftist við Skotlands kongi Jákupi III. Norðmonnum dámdi hesa veðseting illa, og tá ið Kristian I var deyður í 1481, samtykti norska ríkisráðið at Hetland og Orknoyar skuldu koma aftur undir ta norsku krúnuna, og eisini at ríkið skuldi fáa gjøldini fyri Mann og Suðuroyar eftir sáttmálanum frá 1266. Men meira hendi ikki. Kirkjan í Hetlandi og Orknoyum varð longu í 1472 tikin undan erkistólinum í Niðarósi og løgd undir St. Andrews í Skotlandi. Undir Stewart-jøllunum vóru lóg og rættur farin av lagi, og í 1611 gjørdi Lords of Secret Council av, at allar fremmandar lógir í Hetlandi og Orknoyum skuldu fara úr gildi, og at dómarar skuldu døma eftir skotskari lóg. Tó varð tann gamli norski óðalsrætturin verandi í gildi og er fyri ein part galdandi enn, nevndur Udal Law (Óðals Lóg). Tað seinasta varðveitta skjalið skrivað á norrønum í Orkoyum er frá 1426. Í Hetlandi er tað seinasta skrivað á norðurlandamáli frá 1607. Alla 17. øld var talumálið hjá fólki yvirhøvur norn, t.e. tann hetlendski-orknoyski formurin av norrønum. Eisini væl eftir 1700 vita prestar at siga, at almúgufólk enn talaðu norn, men minni og minni sum út líður á 18. øld. Við lógfelagsskapinum í 1611 gjørdust oyggjarnar ríkisrættarliga ein partur av Skottlandi.
Eins og í Føroyum var eitt Alting, har allir frælsir menn kundu møta og allar ósemjur vóru loystar.
Lógirnar, sum hetlendska Altingið gjørdi í sínari tíð, eru ongantíð settar úr gildi. Hetta merkir, at Hetland verður stjórnað sambært gamlari norrønari lóg, hóast Altingið langt síðani er farið í søguna.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Av 22 limum í Hetlandsráðnum, sum er hægsti myndugleiki í Hetlandi eftir fólkið, eru 5 valdir politiskt (liberal-demokratar). Í Skotska Tjóðartinginum síggjast politiskir flokkar betur aftur. Ein liberal-demokratur er valdur at umboða Hetland beinleiðis við Hetlandi sum valdømi. Men Skotland hevur tvey sløg av valdømum, og Hetland er partur av einum teirra. Í Hálondunum og oyggjunum, sum er eitt valdømi ið umfatar Hetland, eru tveir limir valdir umboðandi Konservativa flokkin, tveir fyri Labourflokkin, ein fyri Grøna flokkin og tveir fyri Scottish National Party.
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]Mál
[rætta | rætta wikitekst]Málið í Hetlandi er skotskt, men skotska málið í Hetlandi er serstakt og hevur m.a. fleiri norrøn orð enn onnur skotskt málføri, men eisini nógv hollendsk orð, sum úrslit av ovurstórari hollendskari hjáveru í Hetlandi síðan 1540 tá hollendski sildafiskiskapurin við Hetland tók seg upp. Serliga fólk í Lerwick, ið eisini bleiv róptur "Amsterdam of the North", dugdu ræðið hollendskt. Fyri tvey- trýhundrað árum síðani var norrøna málið Norn enn tosað av almúguni úti á bygd í Hetlandi, men tá kristna vekingin tók seg upp, fóru hesi at læra seg enskt fyri at kunna skilja bíbliuna, og tá almennur ensktmæltur skúli bleiv settur á stovn í Hetlandi, var síðsta stigið tikið til avtøkuna av norrøna málinum [1], tey seinastu ið dugdu málið livdu í fjarskotnu oyggjunum Unst og Foula. Tað sum livir eftir í dag, er serliga staðarnøvn, og nøkur navnorð ið lýsa fuglar, fisk og gamla bóndasamfelagið. Sagt hevur verið at hetlendskir fiskimenn brúktu hetta málið til samskifti í Føroyum, men fleiri keldur vilja vera við, at hesir hetlendingar heldur høvdu lært føroyskt, sum við teirra serliga framburði kundi ljóða sum okkurt fremmant, men tó skiljandi.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Hetland er millum Føroyar og skotska meginlandið. Landslagið líkist nakað aftur í tað í Føroyum, men Hetland er betur vallað, og fjøllini eru ikki so høg, tað hægsta, Ronas Hill, er bara 480 m. Veðurlagið er nakað sum í Føroyum, heldur eitt sindur lýggjari.
Av teimum 117 oyggjunum eru 19 bygdar. Størsta oyggin er Mainland. Nakrar av hinum eru hesar:
- Balta, Bigga, Bressay, Brother Isle, Burra
- East Linga
- Fetlar
- Fish Holm
- Foula
- Gloup Holm, Gruney
- Haaf Gruney, Hascosay, Hildasay, Huney
- Lady's Holm, Lamba, Linga nær við Muckle Roe, Linga nær við Mainland, Linga nær við Yell, Little Roe, Lunna Holm
- Moul of Eswick, Mousa, Muckle Flugga, Muckle Ossa, Muckle Roe
- North Havra, Noss
- Orfasay, Out Stack, Oxna
- Papa, Papa Little, Papa Stour
- Samphrey Sound Gruney, South Havra, South Isle of Gletness
- Trondra
- Unst
- Urie Lingey, Uyea, Uynarey
- Vaila, Vementry
- West Linga
- Whalsay
- Yell.
Fair Isle er umleið mitt millum Hetland og Orknoyar, men verður ofta roknað sum partur av Hetlandi og umsitin haðani. Outer Skerries eru eystan fyri oyggjabólkin.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Høvuðsvinnurnar í Hetlandi eru
[rætta | rætta wikitekst]- Framleiðsla av ráðolju og náttúrugassi
- Landbúnaður
- Fiskivinna
- Ferðavinna
Brennivínsframleiðsla er ein nýggj og lovandi vinna í Hetlandi.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Bøkur
[rætta | rætta wikitekst]- Christian Pløyen: Erindringer fra en Reise til Shetlandsøerne, Ørkenøerne og Skotland i sommeren 1839. Vedbæk: Strandberg, 1999 (171 s.)
- Jakob Jakobsen: The place-names of Shetland. (reprinted) Kirkwall: The Orcadian, 1993. (273 s., myndir)
- James R. Nicolson: Shetland. David & Charles, 1972 (245 s., myndir, enskt)
- Hance D. Smith: The making of modern Shetland. Lerwick: The Shetland Times Ltd., 1977. (89 s., myndir)
- Elizabeth Balneaves: The windswept isles : Shetland and its people. London: Gifford, 1977. (328 s.)
- James Robert Nicolson: Traditional life in Shetland. London: Hale, 1978. (206 s.)
- Alexander Fenton: The Northern isles : Orkney and Shetland. Edinburgh: John Donald, 1978. (721 s., ill., kort)
- Olov Isaksson: Öriken : en bok om Shetland och Orkney; bild Sören Hallgren. - Stockholm: LT, 1980. (198 s. svenskt)
- Hance D. Smith: Shetland life and trade 1550-1914. Edinburgh: John Donald, 1984 (369 s.)
- Liv Kjørsvik Schei: The Shetland story; photographs by Gunnie Moberg; drawings by Kari Williamson. - London: Batsford, 1988. (273 s.)
- Michael P. Barnes: The Norn Language of Orkney & Shetland. Shetland Times 1998. ISBN 1-898852-29-4 (72 s.)
- Geirr Wiggen: Norns død, især skolens rolle : kommentarer til en disputt om nedgangen for det nordiske språket på Orknøyene og Shetland. Oslo: Novus, 2002 (88 s., norskt (bokmål))
- James Miller: The North Atlantic Front : Orkney, Shetland, Faroe and Iceland at war. Edinburgh: Birlinn, 2003. (175 s., myndir)
Ávísngar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Shetland Islands Council
- Shetland News
- Shetland Island Tourism
- Lerwick Harbour
- Blackwood the Shetland Distillery
- Shetland and Orkney Udal Law group
- Shetland and Orkney Norn
- ↑ Geirr Wiggen: Norns død, især skolens rolle, 2002