Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Innara-Mongolia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Innara-Mongolia.

Innara-Mongolia (kinesiskt 内蒙古) er tann parturin av Kina, sum liggur næstur Mongolia. Hin parturin av Kina gongur eisini undir navninum Ytra-Mongolia. Veðurlagið er temprað landveður og turrligt bæði summar og vetur. Serliga har suðuri ber av. Og har er eisini ein stór oyðimørk, sum eitur Gobi. Nakað av landinum er tó steppa ella vaksið við grasi. Har ganga hirðar við kamelum og seyðafylgjum. Nakað av fólkinum er fastbúgvandi og dyrkar jørðina. Í tey seinastu 100 árini eru milliónatals kinesarar fluttir úr Kina í Innaru-Mongolia at búgva, so nú er upprunafólkið við minniluta. Innara-Mongolia hevur síðan 1950 hoyrt til kinesiska fólkalýðveldið.