Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Islam

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mekka.
Kort ið sýnir útbreiðsluna av islam, tann reyði liturin shia, tann grøni liturin sunni.

Islam (arábiskt الإسلام‎, al-ʾIslām) er ein Ábrahamsk trúgv, ið umleið 21 % heimsins íbúgvum fylgja. Tey, ið hoyra til Islam, eita muslimar. Miðdepilin í trúnni er tær fimm súlurnar: trúarjáttanin, bønin, fastan, olmussan og pílgrímsferðin. Heilaga skrift muslima er Koranin, ið er eitt savn við teimum opinberingum, sum Muhammed profetur fekk í árunum 610 til 632 í Mekka og Medina í Saudi-Arabia. Muslimar eru í 2 høvuðsbólkum, Sunni Islam (umleið 90 %) og Shia Islam (uml. 10 %), aðrar smærri rørslur eru eisini til, t.d. sufisma og Ahmadiyya.

Islam er eitt arábiskt navnorð, ið er kemur frá semitisku 'hjáljóðs-rótini' s-l-m ið formar ein bólk av orðum ið sipa (serliga) til "fullkomleika", "tryggleika" og "frið", ("friður" eitur t.d. salam á arábiskum). Í átrúnaðarligum høpi verður islam umsett til at merkja "at leggja seg undir" ella "geva seg til". Islam er ein átrúnaður, ið byggir upp á Guðs vilja og er borin fram gjøgnum nógv ár av profetum. Í dag er islam ein ordiliga stórur átrúnaður og er í yvir 50 londum. Tey, ið trúgva á islam, eru muslimar, og teir flestu muslimarnir búgva í beltinum frá Marokko til Pakistan. Eisini eru nógvir muslimar í Vesturafrika og Landsynningsásia. Indonesia er tað landið í heiminum, sum hevur flest muslimar.

Muslimar halda gudstænastu í einari mosku.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið