Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Jómfrúhummari

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jómfrúhummari

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Arthropoda
Flokkur: Crustacea
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Nephrops
Familja: Nephropidae
Slag: N. norvegicus

Jómfrúhummarin (frøðiheiti - Nephrops norvegicus) heldur til innansyndis. Á morubotni, har heldur djúpt er, gravar hann sær holur. Jomfrúhummarin er reydligur. Kroppurin verður skiftur í framkropp og afturkropp. Á høvdinum eru samansett eygu ið sita á stelkum, og tvey pør av kampum. Kjafturin hevur fleiri kjaftlimir. Summir limir vera nýttir at kanna føðsluna við, summir at halda føðsluni og aðrir at tyggja við. Á framkroppinum eru 10 bein. Trý fremstu pørini hava bitklógv.

Um framkroppin og høvdið er hørð skel, sum er fest á bakið, og hongur niður við báum liðum. Undir skelini báðumegin eru táknur. Bakkroppurin er í 7 liðum. Aftasti liður eitur sundbløkan. Hummarin svimur á tann hátt, at hann slær sundbløkuna upp undir seg; men tá svimur hann aftureftir. Eins og krabbar skiftir ham. Sum ungur skiftir hann fleiri ferðir um árið. Seinni bara annahvørt ár. Fyrst rivnar skelin á bakinum, og dýrið krýpur úr haminum. Fyrstu tíðina eftir hamskiftið er hummarin illa fyri. Hann er ikki førur fyri at standa á beinunum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið