Jødar
Jødar (norrønt: gýðingar) er heiti, ið verður nýtt um fólk, sum hoyra til trúnna, jødadómin. Søgan hjá jødum er nær knýtt at átrúnaði teirra, jødadómin. Jødar trúgva á ein Gud, sum gjørdi sáttmála við ættfaðir terirra, Ábraham, fyri uml. 4000 árum síðan. Jødar skuldu blíva Guds úrvalda fólk. Afturfyri lovaðu teir at halda lógir Guds og boða boðskap hansara.
Í 1914 vóru 13 milliónir jødar í øllum heiminum. Tríggjar milliónir í USA, ein millión í Vestur- og Miðevropa og færri enn ein millión í arábisku londunum. Restin, átta milliónir, búðu undir ræðuligum umstøðum í Eysturevropa og í Russlandi [tørvar keldu]. Nógvir jødar bardust í russisku kollveltingini í teirri trúgv, at frælsi og javnrættur eisini var galdandi fyri teir. Men so var ikki [tørvar keldu].
Sovjetska stýrið arvaði forfylgingina frá tsarveldinum. Tíðliga í 1920unum vóru fleiri enn 1.000 jødaforfylgingar í Ukraina, og 17.000 jødar lótu lív. Nógvir, ungir jødar rýmdu tískil úr Russlandi til Palestina. Hesi fólkini droymdu um at byggja upp eitt samfelag eftir sosialistiskum hugmyndum um frælsi, javnrættindi og rættvísi. Men kreppan gjørdi um seg, og í 1929 løgdu arábar í Palestina eftir jødisku flóttafólkunum.
Sí eisini: Samáriabúgvar