Kris Kristofferson
Kris Kristofferson | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 22. jun 1936 í/á Brownsville |
Andaðist | 28. sep 2024 í/á Hana |
Alma mater | Merton College, Pomona College, San Mateo High School, Oxford University |
Starv | filmsleikari, singer-songwriter, sangari, tónaskald, guitarist, recording artist, raddaleikari, hernaðarpersónur |
Foreldur | móðir Mary Ann Ashbrook faðir Henry Kristofferson |
Mál | Enskt mál |
Heimasíða | https://kriskristofferson.com/ |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000110235039 |
VIAF | 29718413 |
LCAuth | n91077450 |
IMDB | nm0001434 |
Commons | Kris Kristofferson |
Kristoffer "Kris" Kristofferson (føddur 22. juni 1936 í Brownsville, Texas, deyður 28. september 2024 á Maui í Hawaii) var ein amerikanskur tónleikari, sjónleikari og sangskrivari. Hann er kendur fyri hitt sum "Me and Bobby McGee", "For the Good Times", "Sunday Mornin' Comin' Down", og "Help Me Make It Through the Night". Umframt at vera tónleikari og sangskrivari, hevur Kristofferson eisini fingist við sjónleik.
Kris Kristofferson hevði konsert í Ítróttarhøllini á Hálsi tann 1. apríl 2007. Kristofferson var eisini í Føroyum í 2016 í samband við eina konsert í Norðurlandahúsinum 1. september. Kris Kristofferson er ákærdur fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya, tá ið hann kom til landið í august mánað 2016.[1]
Umframt at vera tónleikari og sangskrivari, hevur Kris Kristofferson eisini fingist við sjónleik. Hann hevur vunnið tríggjar Grammy Award, givið út 29 plátur, harav tríggjar saman við vinunum Johnny Cash, Willie Nelson og Waylon Jennings undir navninum The Highwaymen. Kristofferson hevur brúkt 30 ár til at spæla konsertir kring allan heimin. Hann hevur spælt við í meira enn 70 filmum. Hann vann m.a. ein Golden Globe fyri "besti leikari" fyri sín leiklut í filminum “A Star Is Born”.
Í 2013 sang hann duet við Hallur Joensen á fløguni hjá Hallur: Hallur with Stars and Legends.
Lívssøga
[rætta | rætta wikitekst]Kristofferson varð føddur í Brownsville í Texas inn í eina hernaðarfamilju. Tey fluttu til Kalifornia, har Kris las Creative Writing á fróðskaparsetrinum, Pomona College í Claremont. Í frítíðini boksaði hann í kappingum. Hansara evni á fróðskaparsetrinum vóru so eyðsýnd, at hann bleiv innlimaður í elsta og hægst metta studentafelagskapinum, Alpha Beta Phi, umframt at vann eitt av heimsins hægst virdu scholarships til at lesa bókmentur í Oxford í Onglandi. Har fór hann so at lesa víðari, boksa, spæla rubgy og skriva sangir. Eftir próvtøku á Oxford fór Kristofferson í herin sum ein "Airborne Ranger" tyrluskipari, har hann gjørdist kapteinur. Í 1965 segði hann nei takk til eitt arbeiði sum undirvísari á West Point hernaðarakademinum. Við íblástri frá sangskrivarum sum Willie Nelson og Johnny Cash fór Kristofferson ístaðin til Nashville í Tennessee at royna seg innan countrytónleikin.
Eftir at hava strevast í fleiri ár í Nashville, fekk Kris stóra viðgongd í byrjanini av sjeytiárunum. Sangirnir “Me and Bobby McGee”, “Help Me Make It Through The Night”, “Sunday Morning Coming Down” og “For The Good Times”, sum allir lógu ovast á hittlistunum, vóru við til at endurskapa sjálvt sangskrivarakynstrið innan countrytónleikin. Í 1987 varð mett, at fleiri enn 450 listarfólk høvdu spælt inn løg, sum Kristofferson hevði skrivað.
Umframt ein heilan hóp av ymsum heiðurslønum, so er Kris innlimaður í Country Music Hall of Fame, hann er vinnari av høgt virda Johny Mercer Award frá Songwriter Hall of Fame, eins og hann fekk “American Veteran of the year award” í 2002. Tá ið hann fylti 70 ár í 2006, tóku vinir hansara upp eina heiðursútgávu við sangum hjá honum. Luttakandi listafólkini taldu m.a. Wille Nelson, Russel Crowe, Emmylou Harris, Roseanne Cash og mong onnur. í 2009 fekk Kristofferson “Johnny Cash Visionary award” frá Country Music Television CMT, og somuleiðis í 2009 fekk hann Icon Award virðislønina frá BMI. Hann fekk Frances Preston Music Industry Award í 2012 og í 2014 fekk Kristofferson GRAMMY Lifetime Achievement Award, umframt PEN Song Lyrics of Litterary Excellence Award.
Kris Kristofferson hevur leingi verið opin um sín tokka til kannabis.[2]
Studio-útgávur
[rætta | rætta wikitekst]1970'ini
[rætta | rætta wikitekst]Heiti | Kunning um útgávuna | Plaseringar á hittlistum | Sertifisering (søla) | ||
---|---|---|---|---|---|
US Country | US | Kanada | |||
Kristofferson |
|
10 | 43 | — | |
The Silver Tongued Devil and I |
|
4 | 21 | 22 |
|
Border Lord |
|
6 | 41 | — | |
Jesus Was a Capricorn |
|
1 | 31 | 27 |
|
Spooky Lady's Sideshow |
|
11 | 78 | 53 | |
Who's to Bless and Who's to Blame |
|
23 | 105 | — | |
Surreal Thing |
|
17 | 180 | — | |
Easter Island |
|
21 | 86 | — | |
Shake Hands with the Devil |
|
— | — | — | |
"—" merkir, at útgávurnar ikki komu á nakran hittlista |
1980'ini
[rætta | rætta wikitekst]Heiti | Kunning um útgávuna | Plaseringar á hittlistum |
---|---|---|
US Country | ||
To the Bone |
|
— |
Repossessed |
|
31 |
"—" merkir, at útgávurnar ikki komu á nakran hittlista |
1990'ini
[rætta | rætta wikitekst]Heiti | Kunning um útgávuna | Plaseringar á hittlistum | |
---|---|---|---|
US Country | Canada Country | ||
Third World Warrior |
|
— | — |
A Moment of Forever |
|
— | — |
The Austin Sessions |
|
26 | 10 |
"—" merkir, at útgávurnar ikki komu á nakran hittlista |
2000-árini
[rætta | rætta wikitekst]Heiti | Kunning um útgávuna | Plaseringar á hittlistum | ||
---|---|---|---|---|
US Country | US | US Indie | ||
This Old Road |
|
36 | 172 | 14 |
Closer to the Bone |
|
29 | 167 | 28 |
2010'ini
[rætta | rætta wikitekst]Heiti | Kunning um útgávuna | Plaseringar á hittlistum | ||
---|---|---|---|---|
US Country | US Indie | US Folk | ||
Feeling Mortal |
|
28 | 38 | 9 |