Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Makao

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Makao

Makao, sum altíð hevur staðið í skugganum av nógv ríkara og størra granna sínum fyri eystan, Hongkong, er eitt lítið útnes og tvær smáar oyggjar, ið eru bundnar saman av einari brúgv og einari byrging. Makao varð latið Kina aftur í 1999. Tá ið portugisar lótu valdið frá sær - eftir at hava verið har í næstan 450 ár - var tað endin á elsta evropeiska hjálandinum í Asia. Hóast Portugal læt Makao aftur til Kina í 1999, heldur kapitalistiska skipanin fram í 50 ár.

Býarmyndin í Makao er merkt av spælihúsum og gistingarhúsum. Spælihúsini draga mong ferðafólk hagar, tí kinverjum dámar ógvuliga væl at spæla, og ikki er loyvt at spæla um pening í Hongkong. Meiri enn triðingurin av allari inntøku í Makao er av spæli.

Makao ger alskyns vøru til útflutnings, t.d. klæði og elektróniskar lutir, fýrverk, leiku og kunstblómur. Hvønn dag koma láglønt verkafólk úr Kina at arbeiða í mongu verksmiðjunum í Makao.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið