Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Popptónleikur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rihanna.

Popptónleikur vendir sær til lurtarar flestar, og tí er hann einfaldur og lættur. Popptónleik nevna vit tónleikin, sum vit javnan hoyra í sjónvarpi, útvarpi og stundum í handlum. Hann er undirhaldandi, og løgini eru løtt at læra, og vanliga heftir ikki fyri hjá okkum at murra við. Poppur er ikki kræsin, og tí er hann í nógvum ymsum stíli, til dømis blues, jazzi og country. Ofta er hann upprunaliga sprottin úr tónleiki í ymsum londum, ella vit hoyra eyðkenni frá ávísum fólkaslagi. Til dømis hava jazzur, hip hop, gospel og blues røtur í tónleiki hjá svørtum amerikamonnum.

Hvørt tíðarskeiðið kenst tíðardámurin í tíggjuárunum fyri 1950 lættliga aftur. Besti poppur er lívseigur. Øll kenna vit t.d. "Eitt sunnukvøld í plantasjuni", sum varð skrivaður í 1950-árunum. Tað kemur fyri, at poppur hækkar í metum ættarlið seinni. Til dømis var valsur poppur í 19. øld. Poppur kemur út til stóru lurtarafjøldina á fløgu, plátu og ljóðbandi. Leidningar flyta mikrofon- og ljóðførisbáknini í upptøkurúminum til tól, sum taka upp hvørt ljóðførið sær. Seinni blandar ljóðstjórnarin allar ljóðrásirnar, 24 ella fleiri, í stereoupptøku við tvinnanda rásum. Nógv meira spennandi er at hoyra og síggja tónleik á palli enn heima í stovuni. Í stórari framførslu er aftan fyri pallin nógv fólk, sum hvør hevur ávísa uppgávu, at alt skal ganga væl í hond. Tøknifólkið ger spennandi ljós og ljóð. Klædnafólk, umboðsfólk, pallfólk og andlitssmyrjarar eru øll við á liðnum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið