Región Miðjútland
Región Miðjútland (Danskt: Region Midtjylland) er ein av teimum fimm regiónunum í Danmark. Regiónin er ein fyrisitingarlig eind við høvuðsábyrgdini fyri heilsuverkinum, regionalari menning og fyri rakturinum av eini røð av almennum stovnum í Miðjútlandi.[1].
Región Miðjútland er landsins næststørsta región um hugd verður at fólkatalinum, har búgva 1.277.538 (2014) [2], og landsins størsta región, um hugd verður at víddini, sum er á 13.005.7 km². Regiónin hevur høvuðssæti í Viborg.
Regiónin hevði í 2010 eina fíggjarætlan á 25,2 mia. kr. og umleið 25.000 starvsfólk[3].
Bent Hansen (S) hevur verið formaður fyri regiónsráðnum síðan 2007. Hann varð afturvaldur á regiónsvalinum í 2009 við 72.665 persónligum atkvøðum.
Kommunur í regiónini
[rætta | rætta wikitekst]í Región Miðjútland eru tað 19 kommunur. Borgarstjórarnir fyri tær 19 kommunurnar og regiónsformaðurin eru tilsamans Kontaktnevndin (Kontaktudvalget) í Región Miðjútlandi.[4].
Við 24,45% ella 306.650 íbúgvum er Aarhus kommuna størsta kommunan í regiónini.[5]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Indenrigsministeriet: Kommunalreformen – kort fortalt". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-06-07. https://web.archive.org/web/20070607005011/http://www.im.dk/publikationer/kommunalreformen-kort_fortalt/Kommunalreformen.pdf. Heintað 2013-07-27.
- ↑ Statisktikbanken.dk
- ↑ Region Midtjylland: Regionsrådsfolder[deyð leinkja]
- ↑ "Region Midtjylland: Kontaktudvalget". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-08-27. https://web.archive.org/web/20120827234911/http://www.rm.dk/politik/udvalg/kontaktudvalget. Heintað 2013-07-27.
- ↑ Århus Kommuna[deyð leinkja]