Sandefjord kommuna
Skjøldur | Kort |
---|---|
Grunddáta | |
Fylki: | Vestfold |
Vídd : | 122 km² |
Íbúgvar: | 41 912 (2007) |
Staðseting: | {{{staðseting}}} |
Heimasíða: | [1] |
Sandefjord kommuna er ein býur og kommuna í Vestfold fylke í Noregi. Sandefjord sentrum liggur við endan á Sandefjordsfjorden. Við hálvoynnum Østerøya og Vesterøya er strondin hjá kommununi so nógvar sum 146 km, og tekur ein allar strendurnar og allar smáttu- og útferðsturistrarnar við, er Sandefjord ein summarbýur. Sandefjord kommuna er størsta kommunan í Vestfold.
Norðanfyri kommununa liggur Stokke, vestanfyri liggur Andebu, í ein útsynning liggur Larvik og eystan liggur Tønsbergsfjorden og Tjøme. Í Sandefjord er ein lítil "eksklave" Himberg, sum liggur í larvíkarøkinum beint har sum kommunan endar.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Sandefjord er kend fyri sigling og kemiskan ídnað. Býurin er eisini kendur fyri skipabygging og hvalaveiðu. Hvalídnaður verið ein týðandi partur av søguni, eitt nú verksmiðurnar hjá Anders Jahre. Jotun er í dag størsta virki í Sandefjord. Bæði eftirgjørda Gokkstaðarsskipið «Gaia» og hvalabáturin «Southern Actor» eru úr Sandefjord. Fullriggarin «Christian Radich» varð bygdur á mekaniska verkstaðnum í Framnes. Rannsóknarskipið hjá Ernest Shackleton, sum æt Endurance, byrjaði sína allarfyrstu ferð úr Sandefjord, tað var í 1912. Sandefjords- og Sandarkommuna vórðu samanlagdar í 1968.
Úr Gokstadhaugen gróvu teir í 1880 fram tað nú so víðagitna Gokstadskipið. Tað var grivið í bláleir, við framskutinum móti sjónum; síðan hevur gravkamar verið bygt og masturin høgd av í hædd við kamarið. Í tí var gravsettur ein høvdingi; hann var lagdur í song sína, latin í síni bestu klæði og við sær hevði hann fingið øll vápnini. Rannsókn av beinunum vísti, at hesin mað ur var o. u. 50 ára gamal, 178 cm høgur. Trúliga Olav Geirstad-Alv kongur, sum grivin er her o.u. ár 900. Annars var í skipinum funnið, umframt song kongsins 5 aðrar sengur, ein stórur bronsuketil, jarnskerðingur, diskar, koppar og tunnur, klæði úr silki og úr ull, eitt talvborð, spenni o.a. úr jarni, gyltari bronsu og blýggj. Uttanfyri skipi lógu minst 12 hestar og 6 hundar og inni í skipinum ein páfuglur – eitt sjáldsamt og kostiligt djór.
Kirkjur í Sandefjord
[rætta | rætta wikitekst]- Sandefjord kirke.
- Sandar kirke.
- Vesterøy kirke.
- Bugården kirke.
Kendir persónar frá Sandefjord
[rætta | rætta wikitekst]- Søren Anton Sørensen (1849-1910)
- Anton Fredrik Klaveness (1874-1958)
- Anders Jahre (1891-1982)
- Eline Nygaard (1913-)
- Astri Rynning (1915-2006)
- Jossie Pollard (1921-2000)
- Fredrik Friis (1923-)
- Thorbjørn Svenssen (1924-)
- Sidsel Mørck (1937-)
- Karenanne Gussgard (1940-)
- Dag Solstad (1941-)
- Einar Hanseid (1943-)
- Roar Løken (1945-)
- Per Erik Monsen (1946-)
- Tore Holden (1946-)
- Liv Jessen (1947-)
- Benny Virik (1953-)
- Karin Fossum (1954-)
- Terje Liverød (1955-)
- Gunnar Pettersen (1955-)
- Turi Tarjem (1956-)
- Jone Salomonsen (1956-)
- Bent Hamer (1956-)
- Alf Rolin (1957-)
- Ole Christian Bach (1957-2005)
- Anita Hegerland (1961-)
- Øystein Stray Spetalen (1962-)
- Ole Mathisen (1965-)
- Rune Brynhildsen (1965-)
- Frederic Hauge (1965-)
- Roger Strøm (1966-)
- Tine Kjær (1967-)
- Hans Mathisen (1967-)
- Petter Wettre (1967-)
- Per Mathisen (1969-)
- Thomas Numme (1970-)
- Espen Sandberg (1971-)
- Joachim Rønning (1972-)
- Fredrik Thorsen (1975-)
- Jan Fredrik Bjørntvedt (1977-)
- Jørund Henning Rytman (1977-)
- Jon Midttun Lie (1980-)
- Geir Ludvig Fevang (1980-)
- Hedda Haakestad (1983-)
- Hans Albert Grøn, skipari, var í 1894 fyrsti norðmaðurin at fara undir stórhvalaveiðu í Føroyum.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Park Hotel. Hotellið læt upp í 1959 og fekk navnið "Hvalfangstens Hus".
-
Býarparkin
-
Dronumynd
-
Í Sandefjord eru einar 116 smáar og stórar oyggjar.
-
Hvalasavnið
-
Baðistrond
-
Ráðhúsið
-
Sandar kirkja varð vígd 15. august 1792.