Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Siv

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Í norrønu ásatrúnni er Siv konan hjá Tóri. Hon hevur 3 børn, sum eita Modi, Ull og Trud. Tórur er ikki pápi Ull. Hon eigur sonin Ull saman við einum øðrum manni frá einum fyrrverandi hjúnalagi.

Sif er gudinna yvir æsunum. Hon er gudinna yvir tað, sum verður sáað og ríkidóminum frá tí. Tað verður sagt, at hon er tann vakrasta gudinnan, men hon er afturhaldin, og tað verður ikki skrivað nógv um hana. Onkur sigur, at hon sær inn í framtíðina, men tað verður ikki nevnt í Eddakvæðnum. Í nøkrum av teimum eldru germansku keldunum verður tað nevnt, at Sif er ein svana-gudinna, og at hon kann skifta skap til ein svana.

Hon hevur gullhár, tí Loki klipti hennara hár av. Tórur bleiv illur og hótti Loka við deyðanum, um hann ikki skaffaði gullhár, gjørt av teimum trimum dvørgunum. Nú veksur hárið altíð sum gull, og tað verður sagt, at hon vil brúka gullhárið til at fremja sína rúnarmegi. Í einari veitslu, har Loki svínar allar gudarnir til, avdúkar hann at Sif var Tór ótrúgv við honum, men tað veit eingin við vissu. Vit fáa bara at vita, at hon er ein góð og álítandi kona.

Ull kallast eisini Uller og Oller. Sif gav honum navnið, tí hann skuldi blíva líka sterkur gudur sum Tórur. Ull sigst at vera vakur og ein góður stríðsmaður.

Sonurin Modi hevur arvað dirvi frá Tóri, og tí hevur hann navnið Modi, ið merkir dirvi.

Dóttirin Trud hevur arvað megi frá Tóri. Navnið merkir styrki.

Gudarnir í Norrønu gudalæruni

Æsir:

Andhrímnir | Baldur | Bragi | Dellingur | Forseti | Heimdallur | Hermóður | Høður | Hønir | Kvasir | Magni | Móði | Óður | Óðin | Summar | Svåsud | Tórur | Týr | Ullur | Váli | Ve | Víðar | Vili | Vetur

Ásynjur:

Eir | Fjørgyn | Fulla | Gevjun | Gersimi | Gná | Iðun | Lín | Lovn | Nanna | Noss | Sága | Siv | Sigyn | Snotra | Syn | Vár

Vanir:

Froyur | Froya | Frigg | Njørður | Máni | Sól

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið