Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Skøta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Skøtur (frøðiheiti: Dipturus batis) eru nær í ætt við háv, tí bæði eru bróskfiskar. Skøtur eru flatar, hava spíska gron og ein langan hala, sum er settur við píkum. Undir Føroyum eru skøtur bara í sjónum, men aðrastaðni eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í ósum. Naglaskøta verður 120 cm long. Hon er rættiliga sprøklut. Oman eftir bakinum og á halanum hevur hon stórar píkar. Píkarnir eru ikki eitrandi, men kunnu tó stinga og skaða.

Í Føroyum er skøta ikki vanligur matur.