Skaðadjór
Sum orðið sigur, so er skaðadjór til skaða. Rottur og mýs eru ikki til gagn og tí óynskt. Kommunur hava skyldu til at hava eina virkna týning av skaðadjórum, eins og fólk skulu gera sítt til, at skaðadjór ikki spjaðast. Matframleiðandi virki skulu somuleiðis hava eina skipaða fyribyrging og týning av skaðadjórum. Hetta fyri ikki at spjaða smittu til matvøruna. Dømi um skaðadjór í mun til matvøruframleiðslu eru flogkykt, fuglur, rotta, hundur, ketta og seyður. Fyribyrging kann millum annað vera at hava tættan bygning, flugunet fyri vindeygu, at reint og ruddiligt og avbyrgt er uttan um virkið. Týning kann vera rottueitur, músafella, flugudrepari og líknandi. Tað er ymist, hvar vit finna rottur og mýs í Føroyum. Í summum oyggjum er bara annað slagið, men í øðrum eru bæði sløgini. Nakrar oyggjar eru, har hvørki mýs ella rottur finnast, t.d. í Kalsoynni, í Koltri og í Stóru Dímun.