Super Size Me
Super Size Me er ein filmur sum varð gjørdur í 2004. Filmurin byrjar við, at filmsskaparin Morgan Spurlock setur sær fyri, at liva av McDonald's mati í ein mánað. Filmsliðið fylgir Morgan hendan mánaðin. Hann etur McDonald's mat, til hvørja máltíð, hvønn dag.
Tað er eyðsýnt at snarføði-matur ikki er heilsugóður matur og læknarnir øtast um, hvussu skjótt kroppurin hjá Morgan forfellist. Forsøgskaninin er til læknakanningar regluliga, og hann fær at vita, at livurin møguliga er við at fáa ólekjandi skaða, 3 vikur inn í filmin, men hann velur at halda á. Psykiskt broytist Morgan eisini, hann sveiggjar og skiftir sinnalag, um hann ikki etur ofta. Samrøður við baklandið hjá honum verða eisini vístar, eitt nú við konu hansara, ið er veganari. Super Size Me gevur hyggjaranum eitt ræðandi innlit í amerikanskari snarføði mentan.