Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Toppont

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Toppont

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Anseriformes
Ætt: Anatidae
Slekt: Mergus
Slag: M. serrator
Mergus serrator

Toppont (frøðiheiti - Mergus serrator), eisini kallað stikkont, sagont ella tannont, hevur langt og klænt nev, so klænt, at rípur fáa ikki verið inni í tí, og har eru so spískar taggur í staðin. Steggin er sera skjórutur. Høvdið og ovasta á hálsinum er svart við sterkum grønum dámi, hálsurin niðari hvítur, bringan brún við svørtum blettum. Annars er hann mest flekkutur av hvítum og svørtum og gráum. Síðurnar eru gráskjónv utar og búkurin hvítur. Bøgan er mest morflekkut, men við hvítum litum á veingjunum og hvít í neðra. Bæði steggin og bøgan hava ein stóran topp aftur úr nakkanum. Um summarið líkist steggin bøguni.

Toppontin eigur her og har í Føroyum, stundum nærindis sjónum, stundum í tílíkum støðum sum villdunna. Eggini eru fyri tað mesta 8-10, hendir seg upp til 12. Ungarnir eru reyðbrúnir um vangar og háls, annars morflekkutir omaná, hvítir í neðra. Um samdøgur gamlir fara teir úr reiðrinum, og tað er ótrúligt, hvat eitt so lítið kann vera raskt og kringt. Alin høgar bakkar fara teir uppfyri við eitt hopp, og so skjótt teir eru komnir í ánna, duga teir at kava og taka sær maðkapirrur. Men í áum og vøtnum verða teir ikki gamlir, mamman fer til sjós við teimum, og har síggjast tey, um enn ótøtt, allan veturin. Floygdir ungar eru littir sum bøgan.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið