Hydrogen (latín hydrogenium, úr grikskum ὑδρο- hydōr- "vatn", og -γενής, -genēs, "framleiðari", upprunaliga "upphav"; symbol H), er eitt frumevni, ið hevur atomnummar 1 í skeiðbundnu skipanini.
Á føroyskum verður evnið eisini nevnt vetni av upprunaheitinum, sum meira neyvt kundi verið umsett vatnupphav. Latínska heitið kemur av, at hydrogen er annað av teimum báðum frumevnunum í vatni. Almenna danska heitið er hydrogen, men heitið brint verður eisini brúkt. Hetta seinna navnið kemur av, at hydrogen brennir væl.
Hydrogen er tað einfaldasta grundevnið, sum til er. Tað er tað lættasta evnið, og tað er eisini tað evnið, sum mest er til av.
Hydrogen er gass við atmosferiskt trýst og vanligan hita. Frítt hydrogen finst sum hydrogenmýl, H2. Hydrogen er sera eldfimt; saman við oxygeni gevur tað vatn, H2O.