One World Trade Center
One World Trade Center er hægsti bygningur í USA.[1] Bygningurin er 546,2 metrar høgur íroknað spírið, og er harvið eisini triðhægsti bygningur í heiminum og hægsti bygningur í vestaru hemisferu.[2] Áðrenn var bygningurin kendur sum Friðartornið (á enskum: Freedom Tower).[3] Bygningurin er 325.000 fermetrar til støddar. Mánadagin 3. november 2014 læt One World Trade Center upp. Ætlanin við bygninginum er, at hann verður miðstøð fyri altjóða handil, og eisini er ætlanin at hann skal hjálpa fólki at lekja sárini.[4] One World Trade Center er bygt oman á leivdirnar av World Trade Center á Manhattan.[5] World Trade Center tvíburatornini raplaðu niður 11. sept. 2001, aftaná at tvey flogfør høvdu rent inn í tornini. Hildið verður, at tað var Al-Qaeda, sum legði álopið á USA 11. september 2001 til rættis. Í mai 2002 vóru tey liðug við uppruddingina av staðnum, har World Trade Center stóð. One World Trade Center, sum bygningurin í dag eitur, hevur kostað 24 milliardir krónir.[6][7]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.cnn.com/2013/11/12/travel/one-world-trade-center-tallest-us-building/index.html?hpt=hp_t2
- ↑ http://www.cnn.com/2013/11/12/travel/one-world-trade-center-tallest-us-building/index.html?hpt=hp_t2
- ↑ "Archive copy". http://www.wtc.com/news/freedom-tower-has-a-new-preferred-name. Heintað 2009-05-31.
- ↑ http://www.911memorial.org/design-overview
- ↑ "Archive copy". http://www.ny1.com/content/news/146573/mayor--wtc-developer-say-trade-center-site-has-new-lease-on-life. Heintað 2014-11-04.
- ↑ http://nyhederne.tv2.dk/udland/2014-11-03-aabner-i-dag-saadan-er-det-nye-world-trade-center
- ↑ http://online.wsj.com/news/articles/SB10001424052970203920204577191371172049652?mod=WSJ_hp_LEFTTopStories&mg=reno64-wsj&url=http%3A%2F%2Fonline.wsj.com%2Farticle%2FSB10001424052970203920204577191371172049652.html%3Fmod%3DWSJ_hp_LEFTTopStories