Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Peru

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Perú)
República del Perú
Piruw Republika
Lýðveldið Peru
Flagg Peru
(Flagg Peru)
Skjaldarmerki Peru
(Skjaldarmerki Peru)
Tjóðarslagorð: Firme y feliz por la unión
Tjóðsangur: Somos libres, seámoslo siempre
Alment mál Spanskt, Quechua og Aymará
Høvuðsstaður Lima
Forseti Dina Boluarte
Forsætisráðharri Alberto Otárola
Fullveldi 28. juli 1821
(frá Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
1.285.216 km²
0,41 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2021
 - tættleiki
 
34 294 231
23/km²
Gjaldoyra Sol (PEN)
Tíðarøki UTC -5
Økisnavn á alnetinum .pe
Telefonkota +51

Peru, Perú ella Lýðveldið Peru (spanskt: República del Perú) er eitt land í Suðuramerika. Í suðri hevur Peru mark við Bolivia og Kili, í norðri við Ekvador og Kolumbia, í vestri við Kyrrahavið og eystri við Brasil. Peru hevur 28,6 mió. íbúgvar.

Síðstu árini hava vinnuloysi, fátækradømi og aðrir samfelagsligir trupulleikar elvt til harðligt politiskt stríð og grovan harðskap. Tí hava útlendskar vinnufyritøkur aftrað seg við at seta pening í fyritøkur í Peru, og landið er eitt tað fátækasta í Suðuramerika. Næstan helvtin av fókinum í landinum er ættað av uppruna fólkinum frá Quechua og Aymara, sum eru av teimum størstu fólkabólkum í landinum. Størsi býurin og høvuðsstaður er Lima. Tjóðardagur er 28. juli.

Kort yvir Inkaríki
Tupac Amaru (d. 1572
Víctor Raúl Haya de la Torre (1895-1979)
Titicacavatnið á markinum millum Peru og Bolivia er 3.810 metrar yvir sjóvarmálanum. Vatnið er stórt, um leið seks ferðir so stórt sum Føroyar.
Útsýnið yvir Cusco, gamla høvuðsstaðin í Inkaríkinum í Andesfjøllunum.
Ein oasa í Huacachina.

Longu fyri 8000 árum síðan búðu veiðifólk/savnarar í Andes í Suðuramerika. Um 3500 f.Kr. vóru nógvar bygdir bygdar fram við strondini í Peru. Høvuðsvinnuvegurin var fiskiskapur. Longri inni í landinum vóru landbúnaðarsamfeløg, og fólk livdu sum bøndur og dyrkaðu bummull og seinni mais, tey brutu eisini grót úr fjøllunum til húsabygging og prýðislutir. Tey veittu vatn út á velturnar og løgdu nógv inn av nýggjum. Um 2000 f.Kr. vóru mangar stórar búsetingar í Andesfjøllum. Tey bygdu stórar bygningar til átrúnaðarlig hátíðarhald ella alment virksemi. Í El Paraiso tætt við Lima var í 1800 f.Kr. bygd ein veldig pýrmida úr flaðaðum, høgdum gróti.

Margbroytta paracas-mentanin stóð í hægsta blóma frá um 500 f.Kr. til um 200 e.Kr. á einum avbyrgdum, veðurbardum geira sunnan fyri Lima. Landbúnaðurin hjá paracas-fólkinum var fjølbroyttur, og tey dyrkaðu mais, bønir, jarðnøtir, epli og yucca. Tey dugdu sjáldsama væl at baldýra og veva, og tøkni og arbeiðsháttur teirra vóru ókend aðrastaðni. Á klæðum, sum eru stívliga 2000 ára gomul, eru funnin yvir 100 litir. Baldýraðu myndirnar eru av menniskjum, fuglum, køttum, revum og andum. Paraces-fólkið balsameraði tey deyðu og hevði hátíðarligar og drúgvar jarðarferðir. Líkini vóru helst roykt ella turkað, so at tey ikki skuldu rotna, og síðan løgd í gravkømur undir jørð; við sær fingu tey klæði, høvuðmyndir og lutir úr leiri.

Fyri fýra hundrað árum síðan var Peru miðdepil í mikla Inkaríkinum, sum rakk næstan suður ígjøgnum alt Suðuramerika. Eftirkomarar inkafólksins liva enn upp í hálendinum í Andesfjøllunum og eru um helvtin av fólkinum í Peru.

Fyrsti veruligi uppreisturin ímóti spanska yvirvaldinum í Suðuramerika var í 18. øld. Í Andesfjøllunum í Peru vóru indiánar noyddir at arbeiða í námum og verksmiðjum hjá spaniamonnum. Arbeiðsumstøðurnar vóru ræðuligar, og í 1780 gjørdu indiánarnir uppreistur. Oddamaður teirra var José Gabriel Condorcanqui (19. mars 1742 - 18. mai 1781), ein múgvandi spanskur amerikanari, sum segði seg vera ættaðan frá inka-keisaranum Tupac Amaru, ið ráddi í 16. øld. José fekk sær sjálvur hetta navnið í 1771. Uppreistrarmenninir tóku stórar partar av hálendinum og lupu á býin Cuzco. Í loyndum sendu teir viðhaldsmonnum í Bolivia boð um uppreisturin við knútastavraðum (quipu), sum inkar nýttu í gomlum døgum. Í mars 1781 fingu spaniamenn hendur á Tupac Amaru og píndu hann til deyða. Men uppreisturin helt fram, til hann var niðurbardur í 1782, tá ið uppreistrarliðini tvær reisur høvdu herjað á býin La Paz í Bolivia.

Tá ið San Martin hevði staðið á odda fyri argentinskum frælsisherdeildum, legði hann ætlaninr um at vinna Peru frælsi. Í Kili læt hann búgva út ein herflota, og í 1820 gjørdi hann innrás í Peru bæði av sjónum og av landi. Fólkið í Peru stuðlaði honum, og hann tók upp samráðingar við spanska varakongin og bað hann geva seg undir. Varakongur legði frá sær, tá ið herdeildir San Martins komu til Lima í 1821. San Martin gjørdist ríkisfyristøðumaður í Peru og lýsti landið at vera frælst ríki. Hann legði frá sær árið eftir, tí at hann vildi ikki fara upp í politiskt stríð ímillum oddamenninar í lýðveldisflokkinum.

Kyrrahavskríggið ímillum Peru og Kili (1879-1884) tók Peru ógvuliga fast, og mong ár gingu, til landið kom fyri seg aftur. Í 1920-árunum tók nýggj kollveltingarrørsla seg upp, oddamenn hannara vóru José Carlos Mariátegui (1895-1930) og Víctor Raúl Haya de la Torre. Haya varð sendur í útlegd fyri virksemi sítt í 1923, og í 1924 stovnaði hann rørsluna Amerikonsku Fólkakollveltingarfylkingina (APRA), ið skuldi berjast ímóti hjálandapolitikki USA í Latínamerika, tjóðartaka jørðina og ídnaðin og sameina indiánararnar í øllum Latínamerika. APRA-deildir vórðu settar á stovn í nógvum suðuramerikonskum londum, men tað var bara í Peru, at mong fólk tóku undir við fylkingini. Haya kom aftur til Peru í 1930 og gjørdist forsetavalevni hjá APRA. Mótstøðumaður hansara Sanchez Cherro vann valið, men ein aprista (APRA-viðhaldsmaður) gjørdi av við hann í 1933. Stríðið ímillum stjórnina og APRA stóð við í mong ár.

Øll lond í Suðuramerika hava kríggjast við grannalond síni um, hvussu landamørkini skuldu vera, og enn eru ikki allar marknatrætur loystar. Í kríggjunum ímillum Ekvador og Peru í 1940-árunum doyðu fleiri túsund fólk.

Fólkið í Lima, býur við breiðum og prýðiligum gøtum og borgum, atkvøddi fyri José Luis Bustamante, valevni, sum APRA stuðlaði, á forsetavalinum í 1945. Hann varð valdur. Haya stýrdi óalment stjórnini í tvey ár, hóast hann ikki varð valdur, men nærri kom hann ikki forsetaembætinum tey mongu árini, hann var upp í politikki.

Av fyrstantíð fekk APRA dygga undirtøku í Peru, men í mong ár varð rørslan bannað. Bæði herur og løgregla hildu hana mata støðið undan landsins trygd og bardust ímóti henni. Men hóast tað gjørdist rørslan tann politiski flokkurin, sum hevur verið longst í Peru.

Í 1980-árunum gjørdi kommunistiski uppreistrarbólkurin, Lýsandi Gøtan, nógv um seg í Peru. Endamálið var at seta á stovn kommunistiskt stýri í landinum. Rørslan fór harðliga fram - flutti burtur og myrdi fólk og legði bumbur í býunum í Peru. Oddamaður rørslunnar, Abimael Guzman (f. 3. desember 1934), varð tikin og settur fastur í 1993.

Quechua-indiánarar við lamum í Cuzco, høgt uppi í Andesfjøllunum.

Nógv fólk býr á smáum gørðum í fjøllunum, og tey eru sera fátøk. Onnur arbeiða á stórgørðum og dyrka kaffi, sukur og bummull til útflutnings. Í undirgrundini er olja og annað náttúrutilfeingi, sum bøtir um gjaldføri landsins.

Tað er so lítið dyrkilendi í Andesfjøllum, at hvør jarðarskeki verður veltur. Nógvastaðni í líðunum laða bøndurnir bríkar, at teir kunnu nýta alt lendið, teir eiga. Sáað verður, sum veðurlagið er. Niðri á sløttum er lýtt og slavið, men hægri upp tú kemur, kaldari verður. Á háslættunum í Andesfjøllum er einasta frukt, ið veksur væl, epli.

Ógvuliga nógv æti er í tí kalda sjónum við Peru. Ætið er føðsla hjá ansjósum, makreli og sardinum, sum nógv er til av á hesum leiðum. Fiskamjøl úr ansjósum er stór útflutningsvøra hjá Peru. Níggjunda ella tíggjunda hvørt ár kemur flógvi havstreymurin, nevndur El Niño, og órógvar tilgongdina av æti, og fiskurin fer aðrar leiðir at søkja sær føðslu. Í 1992 og aftur í 1998 elvdi hetta til svára kreppu í fiskivinnuni.

Størstu fiskiveiðitjóðirnar eru Peru, Kina og Indonesia. Kina einsamalt fiskaði í 2003 næstan 10 miljardir tons, sum er 15 % av øllum heimsins fiskiskapi upp á 67 miljardir tons, næst teimum Peru, sum fiskaði 9 %.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Kort yvir Peru
Skansabýurin Machu Picchu var 13 km2 til víddar.

Peru er eitt av teimum stóru londunum í Suðuramerika. Nógvastaðni er tættur regnskógur. Andesfjøllini skilja landið í trýggjar partar: strandarøki, hálandið og Amasonasskógurin.

Fram við strondini í Peru er fyri tað mesta slættlendi, men sum í norðara parti av Kili regnar tað sjáldan ella ongantíð, og tí ber ikki til at dyrka korn ella aðrar fruktir, uttan har sum áir koma oman úr fjøllunum. Slík pláss eru nógv fram við strondini, og har dyrka teir mais, rís, sukurrør, bummull og aðrar fruktir. Í havinum vestanfyri er ørgrynni av fiski og fugli. Inni í landinum eru fleiri fjallaryggir og stórir háslættar og dalar millum teirra.

Størsta fløtan er eystur móti Bolivia. Har er óføra stórt vatn, Titicacavatn, 3.810 m yvir havinum. Nógv nes skera seg út í vatnið, og í syðra endanum eru tvær fittliga stórar oyggjar, har toftir av fyrndargomlum templum eru at finna. Fleiri áir renna í vatnið, og ein stór rennur úr tí, og tí er vatnið ikki salt. Har á leið er býurin Cuzco, sum einaferð var høvuðsstaður í einum stórum indianaríki.

Høvuðsstaðurin eitur Lima, størsta skipahavnin er Callao.

Peru eru býttar upp í 25 landslutir og eitt høvuðsstaðarøki:

Landslutur Høvuðsstaður Vídd Íbúgvar Kort
Amazonas Chachapoyas 39,249 389 700
Ancash Huaraz 35,914 1 039 415
Apurímac Abancay 20,896 418 882
Arequipa Arequipa 63,345 1 140 810
Ayacucho Ayacucho 43,815 619 338
Cajamarca Cajamarca 33,318 1 359 023
Callao Callao 147 810 568
Cusco Cusco 71,986 1 171 503
Huancavelica Huancavelica 22,131 447 054
Huánuco Huánuco 36,849 730 871
Ica Ica 21,328 665 592
Junín Huancayo 37,667 1 091 619
La Libertad Trujillo 25,500 1 539 774
Lambayeque Chiclayo 14,231 1 091 535
Lima Huacho 34,802 864 853
Loreto Iquitos 368,852 884 144
Madre de Dios Puerto Maldonado 85,301 92 024
Moquegua Moquegua 15,734 159 306
Pasco Cerro de Pasco 25,320 266 764
Piura Piura 35,892 1 630 772
Puno Puno 66,997 1 245 508
San Martín Moyobamba 51,253 669 973
Tacna Tacna 16,076 274 496
Tumbes Tumbes 4,046 191 713
Ucayali Pucallpa 101,831 402 445

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið