Tintin
Tintin er teknirøð, sum eisini er gjørd til teknifilm og leikfilm. Franskmælti belgiski listamaðurin Georges Remi, sum brúkti skaldanavnið Hergé, skrivaði og teknaði teknirøðina um Tintin.
Høvuðspersónurin í teknirøðini er ungi tíðindamaðurin Tintin. Hann og hundurin Terri eru teir einastu, sum eru við í øllum søgunum. Á ferðum sínum runt heimin fær Tintin hjálp frá ymsum vinum sínum, sum eru afturvendandi í bókunum. Har ímillum eru Haddock kapteynur, løgreglumenninir Dupond og Dupont og Tournesol, professari, sum er eitt sindur av einum ørvitisknokki.
Upplivingar Tintins
[rætta | rætta wikitekst]Bara tvær av søgunum eru givnar út á føroyskum:
- Hin gátuføra stjørnan (10)
- Tignarstavur Ottokars (8)
Tintin í Norðurlondum
[rætta | rætta wikitekst]Danmark
[rætta | rætta wikitekst]Á donskum hava søgurnar verið í bløðunum Kong Kylie, Politiken, Fart og tempo, Se og Hør og Billed Bladet umframt at verða givnar út í bókum í fleiri umførum í tveimum umsetingum.
Fyrra umsetingin er eftir Jørgen Sonnergaard og varð upprunaliga givin út millum 1960 og 1989. Søgurnar eru givnar út í tilvildarligari raðfylgju, og í talvuni er nummarið sett í klombrum eftir heitið á søguni. Flestu skreytheftini í hesi røðini eru uppafturprentað fleiri ferðir, tey elstu umleið 18 ferðir.
Seinna umsetingin er eftir Niels Søndergaard og varð upprunaliga givin út millum 2005 og 2007 í innbundnum bókum uttan nummar á. Síðani er øll røðin eisini givin út í minni innbundnum bókum umleið 17 x 22½ cm, nevnd minicomics; henda røðin hevur rætta nummarið á rygginum. Frá 2011 og fram til 2019 varð nýggja umsetingin eisini givin út í teimum vanligu skreytheftunum, men uttan nummar á rygginum.
Noreg
[rætta | rætta wikitekst]Á norskum (bokmål) eru søgurnar eisini givnar út í fleiri umførum. Fyrstu ferð, í 1972, vórðu bara 4 søgur givnar út. Aðru ferð, 1978-1980, vórðu 11 søgur givnar út. Triðju ferð, 1984-1990, vórðu allar givnar út, bæði sum skreythefti og innbundnar. Í øllum trimum førum var raðfylgjan tilvildarlig, og nummarið er við í talvuni - fyrsta raðfylgjan í {tuborgklombrum}, onnur raðfylgja í [kantutum klombrum], og triðja raðfylgjan í 〈spískum klombrum〉.
Fjórðu ferð vórðu tær 23 fyrstu søgurnar givnar út í rættari raðfylgju í 8 bókum, sum bert kundu keypast saman í eini eskju. Hendan útgávan var nakað minni enn hinar útgávurnar.
Fimtu ferð, 2010-2012, vórðu allar 24 søgurnar givnar út í 12 bókum við tveimum søgum í hvørjari. Tíverri ikki í kronologiskari raðfylgju. Hendan útgávan er talmerkt (1a), (1b) o.s.fr. í vanligum (avrundaðum) klombrum.
Svøríki
[rætta | rætta wikitekst]Á svenskum komu 4 bøkur 1960-1962, sum Per Kellberg umsetti. Øll røðin kom út frá 1968 til 1977, hesu ferð vóru tað Karin og Allan B. Janzon, sum umsettu. Nýggjasta umsetingin er frá 2004-2005, og henni hevur Björn Wahlberg staðið fyri.
Ísland
[rætta | rætta wikitekst]Forlagið Fjölvi útgav flestu søgurnar á íslenskum frá 1971 til 1978 í tilvildarligari raðfylgju. Í talvuni er árstal sett eftir heitið á søguni. Flestu søgurnar hevur Loftur Guðmundsson týtt, nakrar hevur Þorsteinn Thorarensen týtt; tær eru endurprentaðar eina til fýra ferðir.
Tinni í Sovétríkjunum varð ikki útgivin fyrr enn í 2007 vegna politiska innihaldið, ið tóktist vera sera eymt evni í 1970- og 1980-árunum. Søguna hevur Björn Thorarensen týtt.
Í 2010 fór forlagið Iðunn at endurútgeva bøkurnar í minni stødd, umleið 16½ x 22½ cm.
Yvirlit yvir Tintin-bøkur og heiti teirra á norðurlandamálum
[rætta | rætta wikitekst]Ár | Nr. | Franskt upprunaheiti Les aventures de Tintin |
Danskt heiti Tintins oplevelser |
Norskt heiti Tintins opplevelser |
Svenskt heiti Tintins äventyr |
Íslendskt heiti Ævintýri Tinna |
---|---|---|---|---|---|---|
1930 | 1 | Tintin au pays des Soviets | Tintin i Sovjet (0) Tintin i Sovjetunionen |
Tintin i Sovjet (12a) | Tintin i Sovjet | Tinni í Sovétríkjunum (2007) |
1931 | 2 | Tintin au Congo | Tintin i Congo (22) | Tintin i Kongo〈22〉(11a) | Tintin i Kongo | Tinni í Kongó ('76) |
1932 | 3 | Tintin en Amérique | Tintin i Amerika(19) | Tintin i Amerika [6]〈20〉(11b) | Tintin i Amerika | Tinni í Ameríku ('76) |
1934 | 4 | Les cigares du pharaon | Faraos cigarer (5) | Faraos sigarer [1]〈7〉(5a) | Faraos cigarrer | Vindlar Faraós ('72) |
1936 | 5 | Le lotus bleu | Den blå lotus (21) | Den blå lotus〈8〉(3a) | Blå lotus | Blái lótusinn ('77) |
1937 | 6 | L'oreille cassée | Det knuste øre (18) | Det knuste øret〈3〉(9a) | Det sönderslagna örat | Skurðgoðið með skarð í eyra ('75) |
1938 | 7 | L'île noire | Den sorte ø (15) | Den sorte øya [3]〈15〉(7a) | Den svarta ön | Svaðilför í Surtsey ('71) |
1939 | 8 | Le sceptre d'Ottokar | Kong Ottokars scepter(2) Ottokars scepter |
Kong Ottokars septer [7]〈16〉(6a) | Kung Ottokars spira | Veldissproti Ottókars konungs ('74) |
1941 | 9 | Le crabe aux pinces d'or | Krabben med de gyldne kløer (17) Krabben med de gyldne klosakse |
Krabben med de gyldne klør {1}〈9〉(8a) | Krabban med guldklorna | Krabbinn með gylltu klærnar ('73) |
1942 | 10 | L'étoile mysterieuse | Den mystiske stjerne (1) | Den mystiske stjerne {2}〈10〉(9b) | Den mystiska stjärnan | Dularfulla stjarnan ('71) |
1943 | 11 | Le secret de la licorne | Enhjørningens hemmelighed (11) | Enhjørningens hemmelighet {3} [11]〈11〉(2a) | Enhörningens hemlighet | Leyndardómur Einhyrningsins ('76) |
1944 | 12 | Le trésor de Rackham le Rouge | Rackham den Rødes skat (12) | Rackham den Rødes skatt {4} 〈12〉 (2b) | Rackham den Rödes skatt | Fjársjóður Rögnvalds rauða ('77) |
1948 | 13 | Les 7 boules de cristal | De syv krystalkugler (3) De 7 krystalkugler |
De syv krystallkulene〈5〉 De syv krystallkuler (1a) |
De sju kristallkulorna | Sjö kraftmiklar kristallskúlur ('74) |
1949 | 14 | Le temple du soleil | Soltemplet (4) | Soltemplet [4]〈6〉(1b) | Solens tempel | Fangarnir í sólhofinu ('74) |
1950 | 15 | Tintin au pays de l'or noir | Det sorte guld (6) Landet med det sorte guld |
Det sorte gull [5]〈17〉(7b) | Det svarta guldet | Svarta gullið ('75) |
1953 | 16 | Objectif lune | Månen tur-retur, 1. del (7) Mission til Månen |
Månen tur-retur, del 1 [9]〈13〉(4a) | Månen tur och retur (del 1) | Eldflaugastöðin ('72) |
1954 | 17 | On a marché sur la lune | Månen tur-retur, 2. del (8) De første skridt på Månen |
Månen tur-retur, del 2 [10]〈14〉(4b) | Månen tur och retur (del 2) | Í myrkum mánafjöllum ('73) |
1956 | 18 | L'affaire Tournesol | Det hemmelige våben (10) Tournesol-mysteriet |
Det hemmelige våpenet [8]〈18〉(10a) | Det hemliga vapnet | Leynivopnið ('75) |
1958 | 19 | Coke en stock | Koks i lasten (13) | Koks i lasten〈1〉(8b) | Koks i lasten | Kolafarmurinn ('75) |
1960 | 20 | Tintin au Tibet | Tintin i Tibet (9) | Tintin i Tibet〈2〉(3b) | Tintin i Tibet | Tinni í Tíbet ('74) |
1963 | 21 | Les bijoux de la Castafiore | Det gådefulde juveltyveri (14) Castafiores juveler |
Castafiores juveler〈21〉(6b) | Castafiores juveler | Vandræði Vaílu Veinólínó ('77) |
1968 | 22 | Vol 714 pour Sydney | Flight no. 714 til Sydney (16) Rute 714 til Sydney |
Flight 714 til Sydney [2]〈19〉(5b) | Plan 714 till Sydney | Flugrás 714 til Sydney ('76) |
1976 | 23 | Tintin et les picaros | Tintin og picaroerne (23) | Tintin og picaroene〈4〉(10b) | Tintin hos gerillan | Tinni og pikkarónarnir ('77) |
1983 | 24 | Tintin et l'alph-art | Tintin og alfabet-kunsten (24) Tintin og alfa-kunsten |
Tintin og alfabet-kunsten (12b) | Tintin och alfabetskonsten Tintin och alfakonsten |
(Ikki týdd til íslenskt) |
Filmsbøkur | ||||||
1965 | Tintin et le oranges bleues | (Ikki týdd til danskt) | (Ikki týdd til norskt) | (Ikki týdd til svenskt) | Tinni og bláu appilsínurnar ('78) | |
1973 | Tintin et le lac aux requins | Tintin og hajsøen Hajsøen |
Tintin og haisjøen | Tintin och hajsjön | Tinni og Hákarlavatnið ('78) | |
2012 | Les aventures de Tintin cinéalbum | Tintin filmalbum | (Ikki týdd til norskt) | (Ikki týdd til svenskt) | (Ikki týdd til íslenskt) |
Filmsbøkurnar eru gjørdar eftir filmar, og Hergé hevur ikki verið við til at skriva ella tekna nakra av teimum. Greg skrivaði og Bob de Moor teknaði Tintin et le lac aux requins.
Einasta norðurlendska málið, sum Tintin et le oranges bleues er útgivin á, er íslendskt.
Tintin-filmar
[rætta | rætta wikitekst]Ísland
[rætta | rætta wikitekst]21 av teimum 24 bókunum vórðu útgivnar sum teknifilmar, og vórðu allir hesir filmar útgivinir, yvir 3 seriur, við íslenskari talu. Í vanligari talu verða teir kallaðir ""Tinnamyndirnar" (á føroyskum "Tintin filmarnir". Í fyrsta umfari, tá filmarin vórðu útgivnir í 1980-árunum var tað bert ein persónur, sjónleikarin Eggert Þorleifsson, sum tosaði fyri allar persónarnar í filmunum. Men mitt í 2000-árunum vórðu filmarnir endurútgivnir við fleiri røddum. Nakað sum var nógv umtalað, tí ættarliðið sum vaks upp við filmunum í 1980 og 1990-árunum, vildu meina at tað tók sjarmuna frá hesum klassisku teknifilmum, og at tað var óneyðugt at broyta nakað sum ikki var í ólagi.
Í 2011 kom biograffilmurin The Adventures of Tintin: The Secret of the Unicorn, Steven Spielberg leikstýrdi. Áskoðarar kundu velja um tey sóu filmin í biografunum á íslenskum ella enskum.
Ávísing úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Upplivingar Tintins á donsku ComicWiki
- Tintin á donsku ComicWiki
- Tintin Archived 2016-03-05 at the Wayback Machine á skandinavisku Minetegneserier
- Tintin á svensku Seriewikin
- Tintin á íslensku myndasogur.is
- Svensk grein um Tintin-útgávur