Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Uglubóndi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Uglubóndi

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Strigiformes
Ætt: Strigidae
Slekt: Asio
Slag: A. flammeus
Asio flammeus flammeus

Uglubóndi (frøðiheiti - Asio flammeus) eigur norðarlaga í Evropa, Asia og í Amerika, eisini í Suður-Amerika. Best líkar honum á fjallaheiði ella í mýrlendi ovarlaga, har ið góður vøkstur er. Reiðrið hevur hann á sløttum. Mesta føðin hjá uglubónda eru smá gnagdýr. Sum hjá øðrum uglum, soleiðis eisini hjá uglubónda, stovnstøddin skiftir eftir, hvussu mong dýrini eru at veiða hjá honum. Hava gnagdýrini verið mong um summarið á bústaðnum hjá uglubóndanum, eru uglubøndurnir so mikið fleiri, sum flyta um heystið. Meginparturin er um veturin, ið hvussu so er, sunnan fyri bústaðin. Nakrir fáir uglubøndur eiga í Íslandi, sunnarlaga í Ytru Suðuroyggjum og í Orknoyggjum. Hann eigur hvørki í Føroyum ella í Hetlandi. Tá ið bútíð ikki er, kann hann vera at síggja í øllum Norðuratlantshavi. Vanligast er at síggja hann í flytitíðini, flestar í sept.-nov., og teir flestu eru úr Skandinavia. Sum heild er uglubóndin vanligasta uglan at síggja í Norðuratlantshavi og í Føroyum. Summi ár kunnu kattúlarnar eisini vera nógvar í Norðuratlantshavi.

Uglubóndi hevur sum allar aðrar uglur runt og stórt høvd. Uglubóndi sær beint frameftir, og uttan um eyguni hevur hann slør. Hann tykist vera ógvuliga stórur, helst á flogi, hóast hann er sum fransaterna til støddar. Ofta sæst hann flúgva á alljósum degi. Hann heldur veingirnar hátt hevjaðar, tá ið hann flýgur, og slær teir djúpt og seigan, í stoytum. Ikki sjáldan flýgur hann høgt upp, sveimar í ring, so hann verður hildin at vera ránsfuglur. Uglubóndi líkist nógv kattúlu, so at hann kann verða tikin fyri hana.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið