Location via proxy:   [ UP ]  
[Report a bug]   [Manage cookies]                
Jump to content

Ídnaðarkollveltingin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ein Watt-dampmaskina, sum var við til at leggja lunnar undir Ídnaðarkollveltingina.

Ídnaðarkollveltingingin var eitt tíðarskeið frá 1750 til 1850, har stór menning fór fram innan landbúnaðin, samferðslu, framleiðslu, minuarbeiði og innan teknologi. Henda menning byrjaði í Onglandi, men fór síðan víða um í Vesturevropa, Norðuramerika og Japan, og síðan fór henda kollvelting fram um allan heimin og broytti hann.

Fyrra ídnaðarkollveltingin

[rætta | rætta wikitekst]

Fyrsta ídnaðarkollveltingin byrjaði uml. Í 1760, tá ið verksmiðurnar byrjaðu at koma, og fólkini sum livdu úti á landinum, komu til stórbýirnar at fáa sær arbeiði í teimum nýggju verksmiðunum.

Onnur ídnaðarkollveltingin kom í 1870 tá ið verkmannafeløgini byrjaðu so smátt at koma. Hesi arbeiddu í teimum skitnu og vánaligu verksmiðjunum. Áðrenn næsta ídanðarkollveltingin kom, vóru arbeiðsdagarnir langir og drúgvir og lønin var lítil. Lógir vóru settar í gildi fyri at bøta um viðurskiftini hjá arbeiðarunum, t.d. var bannað børnum undir 9 ár at arbeiða. Børn, ið arbeiddu í kolanámum, skuldu vera 10 ára gomul. Eisini varð ásett, at arbeiðsdagurin skuldi vera 10 tímar. Umleið 1850 bleiv tað fyrsta verkamannafelagið sett á stovn. Verkfall var teirra sterkasta vápn ímóti vánaligu umstøðunum og lítlu lønini. Hetta gjørdi gerandisdagin hjá arbeiðsfólkunum bæði lættari og frægari enn áðrenn.

Umleið 1870 kom ein fíggjarkreppa. Hetta var orsakað av øllum teimum nógvu ídnaðarvørunum, ið komu á marknaðin. Ringt var at sleppa sær av við allar tær gomlu vørurnar, so neyðugt varð at lækka prísin, tí var vinningurin av vørunum alt ov lítil. Hetta gjørdi, at ídnaðarlondini fóru í gongd við at menna tøknifrøðina, so vørurnar kundu gerast bíligari. Bretland, sum hevði verið langt fremst av ídnaðarlondunum, megnaði ikki at fylgja við í kappingini við USA og Týskland um at menna tøknifrøðina.

Onnur ídnaðarkollveltingin

[rætta | rætta wikitekst]

Onnur ídanðarkollveltingin hevði við sær, at umstøðurnar hjá arbeiðandi fjøldini batnaði. Gerandisdagurin gjørdist lættari og fátækradømi minni. Matur varð fluttur úr einum heimsparti í annan. Hesin flutningur var við skipum, ið høvdu serliga kuld alast, so maturin ikki spiltist. Síðani varð vøran flutt í land og send víðari við toki til meginlandið. Ravmagn gav betri orku enn gúvuorka. Hetta hevði við sær, at verksmiður byrjaðu at gera hjálparamboð í hópatali. Londini blivu knýtt tættari av ídanðarkollveltingini, ikki bara tí at tað komu gúvuskip, ið sigldu skjótari í øllum veðri. Tað vóru telegrafurin, telefonin og útvarpið, sum gjørdu, at boð kundu sendast skjótt millum lond. Avleiðingar av ídnaðarkollveltingini eru at síggja allastaðni í dag. Næstan alt, sum vit brúka er gjørt á virkjum, har er tað bæði bíligari, lættari og í nøkrum førum betri vørur. Nøkur dømi kundu verið teldur, sum vit brúka næstan hvønn dag, klæði, bilar o.sfr. Framleiðsla á virkum fer ofta illa við náttúruni. Framleiðslan av vørunum hevur ofta dálkað illa. Eisini verða nógv fólk søgd úr arbeiði, tí maskinurnar klára at gera næstan alt arbeiðið.

Ídnaðarkollveltingin hevur ment heimin til tað hann er í dag, bæði uppá gott og ringt, t.d. so er ídnaðarkollveltingin ein orsøk til okkara nýmótans og framkomna samfelag. Henda seinna ídnaðarkollveltingin gav fólkinum fleiri pengar millum hendurnar og arbeiðandi fólkið byrjaði at fáa fleiri rættindi. Tøknin mentist eisini. Tøknin, sum vit kenna í dag er ein avleiðing av ídnaðarkollveltingini. Tíverri førdi henda seinna ídnaðarkollveltingin eisini stóra dálking við sær. Kol og olja varð nýtt á verksmiðjunum, t.d. brúkti ein vanlig verksmiða tvey tons av koli uppá 15 tímar.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið